B68 boðar í kvøld frá, at felagið hevur tryggjað sær verjuspælara, sum tvey tey seinastu árini hevur verið miðverji í bestu føroysku deildini.
Talan er um 27 ára gamla Nicolai Dohn. Danski miðverjin spældi í fjør á Skála, og í ár var hann miðverji hjá 07 Vestur, har hann var álit í miðverjuni.
Sambært FaroeSoccer hevur Nicolai Dohn spælt 46 landskappingardystir í fremstu deildini, og hann hevur skorað seks mál.











