B68 vann seks stig - B36 vann trý stig

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í teimum trimum innanhýsis dystunum millum B68 og B36

Tann eini dysturin millum B36 og B68 var tann dysturin, ið fekk mest umrøðu hetta kappingarárið. 

 

Men nú gjørt er upp kann staðfestast, at B68 vann tveir av innanhýsis dystunum, og B36 vann tann eina dystin.

 

Úrtøkan í innanhýsis dystunum gjørdist sostatt seks stig til B68, og trý stig til B36.

 

Samlaða málúrtøkan í hesum dystunum er 5-4 til B68.

 

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í teimum trimum dystunum millum B68 og B36 hetta kappingarárið: 

 

B36-B68 4-1 (2-0) - 6. mars

 

1-0 Uros Stojanov (3.)

 

2-0 Uros Stojanov (43.)

 

2-1 Sebastian Lau Nielsen (64.)

 

3-1 Andrass Johansen (78.)

 

4-1 Rani í Soylu (90.) 

 

 

 

B36-B68 0-3 - 4. september - B68 vann eftir eina kæru um, at B36 hevði brúkt ólógligan leikara. 

 

 

 

B68-B36 1-0 (1-0) - 22. oktober

 

1-0 Steffan A. Løkin (36.)