B71 aftur trý stig

2. deild

Tað hevur gingið alt annað enn væl hjá sandoyingum. Hóttanin um niðurflyting í 3. deild, har besta liðið hjá teimum ikki hevur verið síðani 1987, hevur kenst veruleikanær, men tvær tær seinastu ferðirnar hevur úrtøkan verið góð. Fyrst vunnu teir 1?0 í Leirvík, og sunnudagin vunnu teir í nógvum síðuvindi 1?0 á heimavølli ímóti VB.
Einasta málið kom fimm minuttir undan steðginum. Tað skoraði vongverjin í vinstru, Hanus Clementsen. Hann smekkaði til tvørbólt, sum kom úr høgru, og bólturin fór flatt og dygst inn við nærra stólpanum.
Tað var rættuliga undirhaldandi, og báðir partar kundu havt fingið fleiri mál. VB, sum hevur staðið seg væl, var aftur hesa ferð manningarliga væl fyri. Royndu menninir ? eitt nú Boban, sum ikki var við, tá ið besta liðið fekk javnleik á útivølli ímóti HB, Jón Pauli Olsen, Magni Jacobsen, Tórður Holm og Janus Kjærbo ? vóru væl við leingi. Fyrstu løtuna eftir steðgin løgdu teir trýst á fyri at fáa útjavnandi málið. Bæði í 1. og í 2. hálvleiki høvdu teir málmøguleikar, og Sigmund Mikkelsen var tætt við at fáa mál, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Valdemari Noviski.
Fyrr í summar var lítið veiggj í sandoyingum. Hetta tykist heilt øðrvísi nú. Teir stríðast væl, og teir orka at spæla alla tíðina.
Tummas Pauli Olsen, sum var frammarlaga í høgru, var eyðsýndur, og Jónsvein Thomsen hevði besta møguleikan at økja um leiðsluna í 2. hálvleiki. Hann gjørdist einsamallur við FinnbogaOlsen, men var so óheppin at detta við bóltinum, áðrenn hann skuldi fara framvið málverjanum.
Næstu ferð skulu sandoyingar til Sumbiar. Í sama umfarinum fer LÍF at fáa vitjan av B68. Sjálvandi vilja B71ararnir helst sleppa undan endaspæli um niðurflytingina. Um tað fer at eydnast ella ikki verður meiri greitt eftir næsta vikuskifti og ikki minst eftir, at B71 í næstsíðsta umfarinum hevur verið á Toftum.
Vágbingar skulu næstu ferð til Klaksvíkar. Felags fyri bæði VB og KÍ er, at teir fyrst og fremst skulu varðveita liðið í deildini, og harnæst stríðast liðini fyri at røkka heiðursmerkjaplássi. VB hevur leingi verið tætt at bronsukrónunum, men eftir tapið á Sandi og AB sigurin á Toftum kámaðist málmurin nakað hjá vágbingum.

B71?VB 1?0 (1?0)
1?0: Hanus Clementsen