B71 hevur ikki bast AB

Trý stig eru setningurin hjá bæði B71 og AB, sum bæði vilja skapa frástøðu frá avgjørda botninum

Fótbóltur

Hóast hetta er fyrsta ferðin, at AB og B71 hittast í fremstu røð, so hava tey á Argjum at kalla bert góð minni um dystirnar móti sandoyingum. Í fjør góvu tríggir dystir soleiðis sjey stig, og megnar AB at halda fast um hetta meðaltalið, so er í øllum førum eitt stórt fet tikið móti málinum, sum er at halda lív í Formula-sessinum.

Allir tøkir
Líkt er til, at allir mans eru tøkir hjá báðum pørtum sunnudagin. Hjá AB hevur Bjarni Jørgensen havt ein lítlan skaða at dragast við, men roknað verður tó við, at hann fær spælt sunnudagin.
Higar til hevur hilnast væl hjá B71 á útivølli í ár. Tveir dystir hava givið fýra stig, og kunnu stig aftur fáast á kontina sunnudagin, eru teir á ongan hátt ónøgdir.