B71 smurdi FC Hoyvík av

1. DEILD: Valdemar Schousboe var tvífaldur málskjútti, tá ið B71 vann 3-0

Tað var stórur munur á liðunum, tá ið B71 í kvøld hevði vitjan av FC Hoyvík.

Gestirnir fóru um aftur fjørðin við 3-0 tapi, og tølini siga, at heimaliðið var greitt omaná.

B71 vann átta hornaspørk, og FC Hoyvík vann fýra hornaspørk.

B71 hevði níggju royndir á málið hjá FC Hoyvík, sum onga roynd hevði á B71 málið.

B71 hevði tíggju royndir framvið FC Hoyvík málinum, og FC Hoyvík hevði tríggjar royndir framvið B71 málinum.

Og B71 varð skrásett fyri at hava tíggju stórar málmøguleikar, meðan FC Hoyvík hevði ein stóran málmøguleika.

FC Hoyvík legði bragdliga fyri. So var heimaliðið omaná, men tað eydnaðist ikki undan steðginum at fáa hol á.

Tá ið ein lítil tími var farin, eydnaðist tað B71 at skora fyrsta málið. Málskjútti var Valdemar Schousboe.

Seks minuttir seinni vóru teir í FC Hoyvík óhepnir at gera sjálvmál. So var 2-0, og í síðsta minutti var Valdemar Schousboe aftur upp á spæl, tá ið hann staðfesti 3-0 sigurin. 23 ára gamli danski álopsspælarin, sum í summar flutti til B71 fyri at hjálpa sandoyingum at skjóta mál, hevur nú skorað átta mál í átta dystum.

FC Hoyvík hevði bara tveir spælarar á beinkinum. Tað sær einki serligt út hjá FC Hoyvík, sum er aftast við tíggju stigum. Næsti dysturin hjá botnliðnum verður fríggjakvøldið, tá ið NSÍ verður gestur á vøllinum við Løgmannabreyt.

Trivaligi sigurin í kvøld bar við sær, at B71 flutti av áttanda og fram á sætta pláss. B71 hevur 25 stig – eitt fleiri enn B36 og KÍ.

Næsta avbjóðingin hjá B71 verður fríggjakvøldið á útivølli ímóti HB.