Heimildarfrásøgn
B36-B71 2-4 (2-1)
Undan dystinum millum árstalsfeløgini bæði vóru tað fá, sum roknaðu við, at B71 fekk gjørt nakað sum helst við B36 liðið, sum tóktist at hava funnið rætta stevið aftur.
B36 hevur annars havt ein niðurtúr av teimum heilt stóru í vár, men eftir seks stig í teimum báðum seinastu dystunum var líkt til, at skútan var vend. Vóru havnarmenninir fegnir um hesi seks stigini, vóru sandoyingar tað ikki minni. Hesi vóru nevnliga fingin til høldar móti sumbingum og vágamonnum, sum B71 kappast við í botninum, og vóru tí viðvirkandi til, at B71 framhaldandi var røttu megin niðurflytingarstrikuna, tá dysturin varð bríkslaður í gongd sunnudagin.
Sandoyingar vóru tó fullgreiðir um, at eitt tap móti B36 sendi teir niður um hesa striku, tí kappingarneytarnir báðir dystaðust í Sørvági um sama mundi.
Tá dysturin byrjaði, var tó líkt til, at sandoyingarnir ikki løgdu so nógv í tann mun, sum var millum liðini á stigatalvuni. Heldur royndu teir at spæla sítt spæl, uttan at hava óneyðuga virðing fyri gestunum.
Longu tíðliga í dystinum tóktist tað greitt, at talan undir ongum umstøðum fór at verða um ein málleysan dyst, og tá 10 minuttir vóru leiktir, eydnaðist heimaliðnum at leggja seg framum. Jens Kristian Hansen átti sín stóra lut í málinum, tá hann driblaði og bandaði seg niðan eftir sandoyarhálvuni, áðrenn hann at enda fann ein púra leysan Magna á Lakjuni, sum kundi leggja heimaliðið á odda.
Brotsspark og ikki
Eftir hetta leikaði framvegis javnt á, og í nøkrum førum varð talan eisini um sera spentar støður framman fyri báðum málunum. Millum annað átti Julian Florescu eitt øgiligt langskot, sum tók í tvørstongina.
B36 leikararnir hildu seg tó eiga brotsspark, tá Jákup á Borg varð feldur í brotsteiginum. Floytan hjá dómaranum tagdi tó, og ístaðin vórðu tað gestirnir, sum nakað seinni fingu brotsspark. Hetta hendi, tá Kristian Nielsen royndi at bróta ígjøgnum. Eli Hentze tók sær av royndini úr 11 metrum, og so var aftur javnt.
Møguleikar fullu framvegis til báðar partar, og áðrenn Mikkjal fekk javnað eftir trunkaspæl, høvdu einar tvær líknandi støður verið í B71 brotsteiginum, uttan at hetta kastaði nakað av sær.
B71 hevði møguleika at javna beint eftir nýggja leiðslumálið hjá heimaliðnum, men skotið frá Jógvani Jón Petersen tók í træverkið, áðrenn bólturin støkk útaftur.
B36 kundi sostatt fara til hálvleiks við eini eitt máls leiðslu, men tað gingu ikki meira enn seks minuttir eftir steðgin, so stóð aftur á jøvnum. Høgni Hansen fekk bóltin í vinstru síðu, og eftir at hava driblað eina løtu, var hann at enda komin heilt inn undir B36 málið, hagani hann sendi út frá til Kára Nielsen, sum sendi í tóma málið.
Javnleikur var als ikki nakað, sum teir á heimaliðnum vóru nøgdir um, men fortreytir teirra fyri einum sigri versnaðu nógv, tá Klæmint Matras varð rikin av vølli fyri at hava sparkað Michael Jørgensen niður, tá hesin dróg framvið.
Líkt var tó til, at møguleikarnir aftur batnaðu, tá Jón Brekku varð rikin av vølli, fyri hevnisøku móti Jørgin Meitilberg. Hetta tóktist tó ikki at nerva gestirnar, og tíggju minuttir fyri leiklok fingu teir endiliga lagt seg á odda. Hetta hendi, tá Julian fekk bóltin á miðjum vølli. B36 verjan ivaðist, og tá eingin kom ímóti, dróg rumenin nakað fram eftir vøllinum, áðrenn hann langaði eitt flatt skot heilt úti við stólpan.
B36 tóktist nú at falla fullkomuliga í fátt, og umframt málið, sum Høgni Hansen skeyt, eftir at ein púra leysur Eli Hentze hevði rullað upp á tvørs, hevði B71 fleiri atsóknir, sum við eitt sindur av hepni kundu gjørt sigurin enn størri. Samanlagt tó ein sigur, sum sandoyingar kunnu vera væ nøgdir um, og sum B36 leikararnir sum so ikki kundu mótmæla.
Hugsa frameftir
Eftir dystin helt liðskiparin hjá B36, at avrikið hjá teimum sunnudagin ikki hevði uppiborið eina betri lagnu.
- Tað var eins og vit ikki orkaðu at spæla í allar 90 minuttirnar, men tað skal ikki vera nøkur umbering, tí tað er eisini ov vánaligt at tveita leiðsluna burtur tvær ferðir, helt hann um sjálvan dystin.
Um tað, sum eftir er av kappingarárinum, helt B36-skiparin, at tað nú ráddi um at hyggja frameftir:
- Nú hava vit einki at spæla fyri restina av árinum, og tí er kanska líka so gott, at onkrir av yngru leikarunum fáa meira spælitíð og harvið royndir, helt Jens Kristian, sum tó iðraði seg um mista møguleikan at fylgja við oddaliðunum.
Var Jens Kristian vónbrotin, kann tað sama ikki sigast um liðskiparan hjá sandoyingum, Eli Hentze.
Hann var hinvegin óguliga fegin um stigini, og vísti eisini á stóra sálarliga týdningin av júst hesum sigri:
- Vit vistu jú frammanundan, at eitt tap hevði koyrt okkum niður um strikuna, so sigurin var ómetaliga týdningarmikil hjá okkum, helt veteranurin. Hann helt eisini, at sigurin hjá teimum var uppiborin, tá alt varð lagt saman.
Um dystirnar, sum eftir eru at spæla, helt hann, at talan í ongum førum fór at gerast um lættar dystir, men at sigurin sunnudagin tó var komin sera væl við í royndunum at sleppa undan niðurflyting.
B36-B71 2-4 (2-1)
1-0: Magni á Lakjuni 10.
1-1: Eli Hentze (br.) 38.
2-1: Mikkjal Thomassen 44.
2-2: Kári Nielsen 51.
3-2: Julian Florescu 80.
4-2: Høgni Hansen 83.
Dómari: Jens Petur Brattalíð
B36:
Tróndur Vatnhamar ? Fróði Clementsen, Darius Magdisauskas, Jens Kristian Hansen ? Jan Guttesen, Klæmint Matras, Mikkjal Thomassen, Magni á Lakjuni ? Jákup á Borg, Maciej Maryniak, Håkan Lundholm
B71:
Waldemar Nowicki ? Bergleif Sólsker, Jón Brekku, Jógvan Jón Petersen, Bjrøn Thorsteinsson ? Kári Nielsen, Julian Florescu, Kristian Nielsen ? Michael Jørgensen, Høgni Hansen, Eli Hentze.