Backstreet-drongur syngur Grand Prix tónar

Ein av limunum í amerikanska dreingjabólkinum, Howie Dorough, er í løtuni farin solo fyri at geva út fløgu og fara á konsertferð. Við sær hevur hann Grand Prix hittið hjá A Friend In London "New Tomorrow".

 

Danski bólkurin A Friend In London vann danska Melodi Gran Prixið í 2011, og um stutta tíð verður teirra fyrsta fløga givin út. Teir upptraðkaðu við vinnaralagnum árið eftir í Dansk Melodi Grand Prix 2012, og tey, sum hugdu tá, løgdu ivaleyst til merkis, at teir høvdu Howie Dorough frá Backstreet Boys við sær á pallin.

 

Felagsútgávan av "New Tomorrow" bleiv samstundis innspæld og givin út sum stakfløga, og danski bólkurin vónar nú, at tað kann hjálpa teimum, at ein dreingjabólkstjørna syngur teirra lag.

 

- Tá hann hevur konsertir úti í heimi, er lagið "New Tomorrow" við á settlistanum. Skjótt fer hann einsamallur til Japan á konsertferð, og tá verður sangurin sjálvandi promoveraður har. Vónandi fer tað at hava jaliga ávirkan á okkara bólk, soleiðis at vit eisini kunnu fara hagar við okkara tónleiki, fortelja dreingirnir úr A Friend In London.

 

.