Baðilandið og svimjihøllin í Klaksvík lata upp aftur leygardagin

Leygardagin letur baðilandið og svimjihøllin í Klaksvík uppaftur, eftir langa umbygging.

Baðilandið og svimjihøllin í Klaksvík lata upp aftur leygardagin. Tað veit Norðlýsið at siga.

 

Tað verður stórt ball í Klaksvík allan leygardagin, í samband við at svimjihøllin letur upp kl. 11. Handlarnir í Klaksvík halda langan leygardag og hava opið til kl. 20, og dagurin byrjar longu kl. 10 um morgunin við móttøku í svimjuhøllini.

 

Torkil Mørkøre, leiðari fyri Klaksvíkar Svimjihøll sigur, at kl. 10 leygarmorgunin er móttøka í svimjihøllini, har forkvinnan í mentunarnevndini, Signhild Jóhannesen, sigur nøkur orð, og varaborgarstjórðin eisini sigur nøkur orð og tekur svimjuhøllina alment í nýtslu.

 

Síðani verður okkurt ábit, meðan høllin verður sýnd fram og kl. 11 letur høllin upp fyri almenninginum.

 

Vitjanartølini fyri svimjihøllina lógu væl oman fyri 100.000, áðrenn avgerð var tikin um at umbyggja høllina.

 

- Tí var tað ein ógvuslig avgerð at stongja høllina í oktober mánaða, men tað var neyðugt, og vit eru sera fegin um, at arbeiði hevur gingið sera væl og at byggiætlanin heldur, sigur Torkil Mørkøre við Norðlýsið.

 

Hann sigur víðari, at alt arbeiðið er ikki heilt liðugt enn, orsaka av, at triðja byggistig, ið upprunaliga skuldi gerast í 2015, varð flutt framm til 2014. Hetta gav onkrum av undirveitarunum avbjóðingar við at fáa arbeiði liðugt, men tað seinasta verður fullført í vetur.

 

- Øll umklæðingardeildin er nú um at verða liðug, men nú hevur høllin verið stongd í 8 mánaðar, og vit hildu tað ikki verða rætt, at høllin var stongd alt summarið, meðan børnini hava summarfrí. Vit hava eisini merkt, at fólk hava sakna svimjihøllina, og tað hevur verið ofta spurt eftir, nær hon letur upp – so vit hava arbeitt undir trýst, sigur Torkil Mørkøre.

 

Avrikið higartil

Torkil Mørkøre greiður frá, at arbeiði sum higartil er gjørt, er ein fullkomiliga nýggj umklæðingardeild og brúsudeild við sauna. Harafturat er nýggj Café og onnur nýggj øki eru bygd, sum wc, skrivstovua og felagsrúm.

 

- Nýggja fitness-deildin er ikki liðug enn, og hesin parturin verður tikin í brúk í september.

 

Arbeiðið, sum er gjørt higartil, kostar góðar 10 mió. kr.

 

- Við nýggju umstøðunum er ætlanin at broyta upplatingartíðirnar soleiðis, at høllin fer at hava longri opið, og harafturat verður alt virksemið í svimjuhøllini samskipað soleiðis, at tað fellur betur saman við virkseminum í ítróttarhallunum, soleiðis at svimjing, venjing og fitness virka sum ein eind, sigur hann.

 

Nógv gjørt burtur úr leygardagin

Svimjihøllin letur upp kl. 11 leygarmorguni (móttøka kl. 10) og sum skilst verður nógv gjørt burtur úr, har m.a. stóri høgguslokkurin verður í stóra hyli.

 

Allan leygardagin er ókeypis at koyra til Klaksvíkar, og frá kl. 18 til kl. 21 er ókeypis at koyra úr Klaksvík gjøgnum Norðoyatunnilin.

 

Klaksvíkar Handilsfelag heldur harumframt langan leygardag, har handlarnir hava opið til kl. 20.