Báðir bilførararnir verða kanska skuldsettir

Hvørgin av bilunum fingu koyrt eftir eitt ferðsluóhapp í gjár

Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp norðan fyri, har tveir bilar stoyttu saman. Og úrslitið kann eisini verða, at báðir bilførararnir verða skuldsettir. Løgreglan sigur, at talan var um ein bil, sum skuldi yvirhála ein bil, sum koyrdi ov seint eftir hansara tykki. Men í tí hann skal yvirhála, snarar bilurin framman fyri til vinstru tí hann skal inn á eitt parkeringspláss.

 

Ein bilførari, sum snarar til vinstru, skal ansa eftir, at eingin bilur er aftan fyri – og ein bilur, sum yvirhálar, skal ansa eftir at tað er trygt at yvirhála. Løgreglan sigur, at tey nú royna at fáa greiði á, hvat hendi, men úrslitið kann vera, at báðir bilførararnir verða skuldsettir.