Seinasta vikuskifti varð enn eitt umfar í Grand-Prix kappingini í badminton leikt.
Kappingin fór fram í badmintonhøllini í Havn, og var kappast í ymsum aldursbólkum.
Hóast stóru aldursmunur var á luttakarunum, so hugnaðu tey sær óført, líkamikið um tað vóru smæstu genturnar, sum leiktu einmanleik sína millum, ella um talan var um harðar dystir millum menninar í tvímansleikinum.
Tey yngru
Leygardagin stóðu yngru leikararnir so fyri tørni.
Fyri at alt skuldi kunna avgreiðast í góðari tíð, varð byrjað hampuliga tíðliga, men hetta sá ikki út til at nerva leikararnar serliga nógv, og hugagóð fóru tey undir dystirnar.
Leikt varð fram til nátturðatíð, og tá avtornaði, gjørdust úrslitini hesi:
Gentur upp til 10 ár:
Nr. 1Brynhild Carlson, HBF
Nr. 2Agnas Olsen, VÍF
Gentur 10-12 ár:
Nr. 1Christina Eriksen, VÍF
Nr. 2Rannvá á Rógvu, VÍF
Dreingir upp til 10 ár:
Nr. 1John André Niclasen, ÍF
Nr.2Jan Ellingsgaard, ÍF
Dreingir 10-12 ár:
Nr. 1Niclas Eysturoy, HBF
Nr. 2Hilmar Kass Jacobsen, HBF
Dreingir 12-14 ár:
Nr. 1Gunnar Poulsen, HBF
Nr. 2Thomas Rubbeksen, HBF
Dreingir 14-16 ár:
Nr. 1Meinhard Arge Jensen, HBF
Nr. 2Høgni Madsen, ÍF
Tey vaksnu
Sunnudagin skuldu tey vaksnu so leika, og sum vera man, so varð nógv lagt fyri.
Eftir fleiri góðar og spennandi dystir, vórðu vinnararnir í ymsu bólkunum at enda funnir, og vóru endaligu úrslitini hesi:
Blandaður tvímansleikur:
Nr.1Elin Jacobsen, HBF og Erland Poulsen, HBF
Nr.2Kristianna Thorkildshøj, HBF og Heðin Joensen, HBF
Tvímansleikur, kvinnu:
Nr.1Ingun Hansen, Strálan og Kristianna Thorkildshøj, HBF
Nr.2Guri Poulsen, HBF og Elsa Thorkildshøj, HBF
Tvímansleikur, menn:
Nr.1Gunnar M. Gregoriussen, HBF og Heðin Joensen, HBF
Nr.2Regin Hammer, HBF og Erland Poulsen, HBF