Herfyri vóru seinastu kappingarnar í badminton henda veturin.
Tað var føroyameistarakappingin í meistarabólkinum, sum varð hildin í badmintonhøllini í Havn.
Kappingin hjá kvinnum var eitt sindur skerd, tí tvær av teimum úr betra endanum, Borglis Fagradal og Ingun Hansen úr Stráluni á Strondum, vóru ikki við. Borglis kundi ikki luttaka av tekniskum orsøkum, meðan Ingun var so óheppin at liggja sjúk hetta vikuskiftið.
Kvinnur
Í tvímansleikinum hjá kvinnum vóru 4 pør í kappingini. Fyrsta dystin vunnu Annika Berg og Guðrun Jacobsen á Anniku Godtfred og Gurið Poulsen, meðan Elsa og Kristianna Thorkildshøj vunnu á Karin Hansen og Hjørdis Klein.
Og í finaluumfarinum vunnu Annika Berg og Guðrun Jacobsen tryggan sigur á systrunum Elsu og Kristiannu Thorkildshøj 15-2 og 15-4. Tær eru allar úr Havnar Badmintonfelag.
Í einmansleiki hjá kvinnum vóru 6 tilmeldaðar, men av tí at Ingun Hansen var sjúk, so vóru tað bara 5 luttakarar í kappingini, og tær vóru allar úr HBF.
Í fyrsta umfari vann Annika Berg á Kristiannu Thorkildshøj, og Gurið Poulsen vann á Elsu Thorkildshøj.
Í øðrum umfari skuldi Annika Berg so møta Ingun Hansen, men hesin dysturin var av ongum, so Annika fór beinleiðis víðari. Guðrun Jacobsen vann á Gurið Poulsen, so finaludysturin kom enn eina ferð at vera millum tær báðar Anniku Berg og Guðrun Jacobsen.
Í finaluni vísti Guðrun Jacobsen, at hon var betri fyri, og Annika Berg kom ongantíð fyri seg í hesum dystinum. Guðrun vann dystin 11-3 og 11-4.
Menn
Í tvímansleikinum hjá monnum vóru 5 pør. Í fyrsta umfari vunnu Rani í Líð og Súni Davidsen á Aksel Poulsen og Bjarka Hansen, meðan Erland Poulsen og Kim Jensen vunnu á Jørgen Enghamar og Hergeir Staksberg.
Í øðrum umfari komu Heðin Joensen og Gunnar Gregoriussen við í kappingina ? teir høvdu trekt frídyst í fyrsta umfari. Heðin og Gunnar vunnu á Rana og Súna við settunum 15-10 og 18-13, og teir vóru nú klárir til finaluna móti Erlandi og Kim.
Finalan gjørdist sera spennandi, men endin varð, at Heðin Joensen og Gunnar Gregoriussen, HBF, vunnu dystin við settunum 3-15, 15-4 og 15-9.
Einmansleikurin hjá monnum var eitt sindur meira fjølmentur, við tað at tað vóru 9 luttakarar í hesi kappingini.
Í undanumfarinum vann Jørgin Enghamar á Bjarka Hansen, báðir úr HBF.
Í 1. umfari vann Erland Poulsen á Petur Hansen, Heðin Joensen vann á Rana í Líð, Súni Davidsen vann á Jørgin Enghamar, og Gunnar Gregoriussen vann á Aksel Poulsen.
Í semifinaluni vann Erland Poulsen 15-11, 15-11 á Heðin Joensen, meðan Súni Davidsen vann 15-9, 18-15 á Gunnar Gregoriussen, og endiliga vann Erland Poulsen finaluna 15-8, 11-15, 15-5 á Súna Davidsen.
Blandað
Í blandaðum tvímansleiki vóru 5 pør. Guðrun Jacobsen og Gunnar Gregoriussen vunnu fyrsta umfar á Súna Davidsen og Gurið Poulsen.
Í øðrum umfari vunnu Annika Berg og Erland Poulsen á Heðin Joensen og Kristiannu Thorkildshøj, meðan Guðrun og Gunnar vunnu á Rana í Líð og Elsu Thorkildshøj.
Finaluna vunnu Annika Berg og Erland Poulsen 15-6, 4-15 og 15-9 á Guðrun Jacobsen og Gunnar Gregoriussen.