Bæði Kolding og Hillerød vunnu

Meinhard E. Olsen legði upp til mál hjá Kolding

Tað gekk væl hjá báðum føroyingaliðunum, ið vóru í leiki í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag.

 

Meinhard E. Olsen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Kolding á heimavølli vunnu trivaligan 3-0 sigur á B93. 

 

Longu í triðja minuttinum legði Albert Norager Kolding á odda 1-0. Fimm minuttir inn í tíðina dómarin hevði lagt aftrat legði Meinhard upp til Casper Jørgensen, ið økti til 2-0. Tríggjar minuttir seinni staðfesti Sterling Yateke sigurin hjá Kolding.

 

Kolding er á sætta plássinum í deildini við 30 stigum fyri 20 dystir.

 

Daniel Johansen og Adrian R. Justinussen vóru á vøllinum í 57 minuttir, tá lið teirra, Hillerød á útivølli vann 2-1 á Roskilde.

 

Roskilde legði seg á odda longu í sjeynda minutti av dystinum. Seinastu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki syrgdi Monday Etim við tveimum málum fyri, at Hillerød legði seg á odda 2-1. Einki mál kom í seinna hálvleiki.

 

Hillerød er á sjeynda plássinum í deildini við 28 stigum fyri 20 dystir.

 

Hóskvøldið tapti FC Fredericia 0-1 fyri Hvidovre á útivølli. Heldur ikki hesaferð slapp Mattias H. Lamhauge at verja málið hjá Fredericia.

 

Fredericia er næstfremst í deildini við 37 stigum. Teimum á baki koma Horsens og Esbjerg við 34 stigum hvør.