Evropeiska hondbóltssamgongan, EHF hevur góðkent umsóknirnar hjá seks feløgum at sleppa at taka lut í Champions League kappingini komandi kappingarár.
Teirra millum er komandi liðið hjá Óla Mittún, GOG.
Sostatt vera tveir føroyskar leikarar í komandi Champions League kappingini. Hákun West av Teigum og liðfelagar hansara í Füchse Berlin fara eisini at kappast í Champions League.
Níggju umsóknir vóru til plássini í Champions League. Umframt GOG fingu hesi fimm feløgini játtað pláss í Champions League:
- HBC Nantes (Frakland)
- OTP Bank – PICK Szeged (Ungarn)
- HC Eurofarm Pelister (Norðurmakedonia)
- Kolstad Håndball (Noreg)
- Industria Kielce (Pólland)
Hini 10 liðini sum fara at kappast í Champions League kappingini eru: Aalborg Håndbold (Danmark), Barça (Katalonia/Spania), Paris Saint-Germain (Frakland), Füchse Berlin og SC Magdeburg (Týskland), HC Zagreb (Kroatia), Telekom Veszprém og Orlen Wisla Plock (Ungarn og Pólland), Sporting CP (Portugal) og Dinamo Bucuresti (Rumenia).