Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum fekk í dag lukkutíð heilt fitt av spælitíð, tá hon og liðfelagarnir í Ringkøbing máttu lúta 31-35 fyri Keypmannahavn í dysti á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini. Í steðginum var útiliðið frammanfyri 17-13, og tær megnaðu at halda munin í seinna hálvleiki.
Rakul bjargaði sjey av 21 málroyndum. Kappingarneytin, Stephanie Christensen bjargaði fýra av 21 málroyndum, so Rakul gjørdi tað betri í dag.
Ringkøbing hevur seks stig fyri fimm teir fyrstu dystirnar, og tær liggja á einum sjeynda plássi. Týdningarmikið er at halda seg innanfyri átta tey fremstu liðini, ið vinna seg víðari til meistaraskapsspælið aftaná lokið grundspæl.
Komandi leygardag hevur Ringkøbing dyst á útivølli móti Ikast, ið eisini hevur seks stig fyri fimm teir fyrstu dystirnar.
Í næstbestu deildini taptu Marianna G. Eystberg, Brynhild Pálsdóttir og liðfelagar teirra í Ydun á heimavølli 28-32 fyri toppliðnum, Holstebro. Í fyrra hálvleiki hilnaðist illa hjá Ydun, ið var aftanfyri 13-20 í steðginum. Men tað eydnaðist so Ydun at vinna seinna hálvleik 15-12.
Brynhild skoraði trý mál, og Marianna skoraði tvey mál.
Ydun hevur framvegis aftaná fýra dystir fyrsta stigið til góðar. Komandi leygardag hevur Ydun dyst á útivølli móti Søndermarken.