Tvey føroyingalið í bundesliguni vóru í leiki í kvøld.
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu á útivølli í Nürnberg 38-35 á HC Erlangen. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 18-17.
Hákun skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir.
Füchse Berlin er nummar fimm í deildini við 10 stigum fyri sjey dystir.
Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Recken Hannover-Burgdorf taptu á útivølli 26-30 fyri liðnum við serliga navninum: FRISCH AUF! Göppingen. Í fyrra hálvleiki gekk væl í hond hjá Hannover. Og í steðginum vóru Vilhelm og liðfelagarnir á odda 18-16. Í seinna hálvleiki var tó langt millum málini hjá Hannover, og tað endaði við einum fýramálstapi.
Vilhelm skoraði trý mál upp á átta málroyndir.
Hannover hevur fingið eina tunga byrjan upp á kappingina. Aftaná sjey dystir eru teir fjórðaftast í deildini við fýra stigum.
Í morgin klokkan 15.30 skal besti leikarin í bundesliguni í september, Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagar hansara í THW Kiel spæla dyst á heimavølli móti Rhein-Neckar Löwen.
Vinnur Kiel dystin vera teir einsamalt oddalið við 14 stigum fyri sjey dystir.