Bæði Tjóðleikhúsið og Smyril til Runavíkar

Runavíkar kommuna kann sum einki hýsa bæði Tjóðleikhúsinum og leggja kaikant til Smyril, um pláss ikki er fyri honum í Havn

Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu í lesarabrævi í dag.

 

Hann vísir á, at tey í Runavík óteljandi ferðir hava víst á, at rúm er fýri Tjóðleikhúsinum í Runavíkar kommunu.

 

– Leingi hava vit bert bíðað eftir fundarboðum úr Mentamálaráðnum til tess at finna eina hóskiliga plasering – í so máta eru vit opin fyri øllum møguleikum, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Rúnavíkar kommunu.

 

Hann vísir á, at nú suðuroyarsiglingin eisini verður skerd av ætlanini at byggja tjóðleikhús á Bursatanga í Havn, so kann Runavíkar kommuna eisini bjóða seg fram at taka ímóti Smyrli í Runavík.

 

Lesið eisini: Smyril ella Tjóðleikhús – ella bæði?

 

– Grótið úr smoguni undir Tangafirði og úr Sandoyartunlinum er komið til høldar, upplandið er tøkt, og klárt er at fara undir gerð av rampu og bryggju (sum myndin vísir) frá Høgabólsbryggjuni inn á Glyvrar. Í tí førinum er Runavíkar kommuna eisini tøk til samráðing um eina loysn, sum kann gera suðuroyarsiglingina so munagóða sum gjørligt, sigur Tórbjørn Jacobsen.

 

– Vilja tit, vilja vit. Er alt læst og fyribundið viðvíkjandi Tjóðleikhúsinum á Bursatanga, kunnu vit innan stutta tíð finna eina loysn fyri suðuroyasiglingina, og er tað ynskiligt, at bæði høpini verða foykt av Eystaru Bryggju, eru vit eisini búgvin at tosa um tað.

 

–Fyri okkara viðkomandi, soleiðis sum støðan er vorðin, snýr tað seg um annaðhvørt tjóðleikhús ella Smyril, men vit eru eisini til reiðar at samskifta um at flyta bæði høpini inn á Skálafjørðin, sigur Tórbjørn Jacobsen.