Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár var 107,3 milliónir krónur móti 77,9 milliónir krónur fyrra hálvár 2011. Rakstrarúrslitið fyrra hálvár var 137,7 milliónir krónur móti 219,2 milliónir krónur fyrra hálvár 2011. Samlaða úrslitið er sostatt betri í 2012 enn í 2011.
Hesum boðar Bakkafrost frá í tíðindaskrivi í morgun.
Úrslitið pr. kilo (EBIT) var 6,43 krónur fyrra hálvár 2012 móti 16,18 krónur fyrra hálvár 2011. Hetta er ein munandi niðurgongd, sum skyldast lækkingina í laksaprísinum. Sammett við onnur altjóða alifeløg er úrslitið tó sera gott, og er leiðslan sera fegin um góða úrslitið.
Úrslitið eftir skatt annan ársfjórðing var 90,9 milliónir móti einum halli á 25,6 milliónir krónur annan ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið fyri annan ársfjórðing var eitt yvirskot á 77,7 milliónir krónur móti 126,9 milliónir krónur sama tíðarskeið í 2011.
Bakkafrost hevur selt 51% av sínum partabrøvum í P/F Faroe Farming og lýkur tískil 50% avmarkingina í alilógini.
Tøkan av laksi í fyrra hálvári var 21.567 tons av kruvdum laksi. Samlaða sølan var 816 milliónir krónur ímóti 555 milliónum fyrra hálvár ífjør.
Góða lívfrøðiliga gongdin og ein effektivur rakstur seta sín dám á úrslitið hjá alifyritøkuni Bakkafrost fyrra hálvár 2012.
Sum heild eru vit væl nøgd við úrslitið fyri fyrra hálvár 2012, har øll virkisøkini hjá felagnum góvu yvirskot. Laksaprísurin hevur verið hampiligur, hóast útboðið av laksi er økt við umleið 30%, so samanumtikið er úrslitið nøktandi. Útlitini eru eisini hampiliga góð. Vøksturin í útboðnum fer væntandi ikki at halda á, so javnvágin millum útboð og eftirspurning væntast at gerast betri frá fjórða ársfjórðingi og frameftir, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.
Bakkafrost økti rakstrarúrslitið við 30% frá fyrsta ársfjórðingi í 2012 til annan ársfjórðing 2012, og útlitini eru hampiliga góð framyvir. Felagið væntar framvegis at taka 42.000-44.000 tons av laksi í 2012. Hetta merkir, at vit fara at taka meiri laks í seinnu hálvu av 2012, enn vit gjørdu í fyrru hálvu 2012. Útboðið av laksi verður væntandi stórt í triðja ársfjórðingi, men frá fjórða ársfjórðingi vænta vit betri javnvág millum útboð og eftirspurning.
Metingin av fóðursøluni hjá Havsbrún umleið 85.000 tons fyri 2012 er óbroytt.
Felagið er væl fyri at gagnnýta møguligar áhugaverdar vakstrarmøguleikar.
Bakkafrost er størsta alifelag í Føroyum. Felagið er fult integrerað frá framleiðslu av alifóðri til liðuggjørdar laksavørur og sølu. Bakkafrost hevur framleiðslu av mjøli, lýsi og alifóðuri í Fuglafirði. Felagið rekur 6 smoltstøðir, alir á 16 aliøkjum á 15 ymiskum firðum í Føroyum. Harafturat hevur felagið kryvjivirki í Klaksvík , Kollafirði og á Strondum og framleiðslu av lidnum vørum á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og felagið hevur sløk 550 starvsfólk. Í altjóða høpi framleiðir Bakkafrost umleið trý prosent av heimsins laksaframleiðslu.