info
Ongi úrslit

Bakkafrost í Skotlandi: 80 ársverk í váða

– Vit standa fyri truplum avgerðum fyri at tryggja langtíðar haldføri í virkseminum í Skotlandi, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, nú eitt av tveimum virkjum í Skotlandi lukkar í longri tíð.

Pætur Hjalmar Evensson
12. juli 2024 kl. 09:30

Bakkafrost hevur ætlan um ein fyribils og longri steðg av virkseminum í Skotlandi. Tað hevur leiðslan í Bakkafrosti í gjár fráboðað starvsfólkunum á kryvistøðunum Arnish og Marybank.

Talan er um virkið í Stornoway í Hebridunum, sum er eitt av tveimum virkjum hjá Bakkafrost Skotland.

Tilsamans eru um 500 starvsfólk í Bakkafrost Skotland, og 80 starvsfólk arbeiða á hesum eina virkinum, sum ætlan er at lukka.

Sostatt eru 80 ársverk í váða fyri at verða ávirkað av hesum longra steðginum. 

– Í Skotlandi hava vit tikið nógvan fisk fyrru helvt av árinum. Orsakað av útseting, avmarkað mongd í sjónum í ávísum økjum og stóru frástøðuni ímillum økir í Skotlandi verður sera avmarkað tøkumongd í norðurøkinum í Skotlandi mnæstu 18 mánaðirnar, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, í fráboðan til starvsfólkini.

– Tí standa vit fyri truplum avgerðum fyri at tryggja langtíðar haldføri í virkseminum í Skotlandi. Vit eru í einari skiftistíð við okkara virksemi í Skotlandi, og hetta úrslitar í óstøðugari tøku ígjøgnum árið. Hetta er vorðið uppaftur meria avbjóðandi orsakað av seinkingum í byggingini av Applecross smoltstøðini, og tað merkir, at vit ikki fáa størri smolt so tíðliga, sum vit høvdu ætlað, sigur Regin Jacobsen.

Hóast steðgur verður í virkseminum á hesum eina virkinum, so er tað enn framvegis nógv virksemi í alingini og smoltaling á hinum virkinum.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

17 tímar síðan

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

U19-landsliðið tapti fyri Sameindu Arabisku Emirríkjunum

17 minuttir síðan
Tíðindi

Eingin játtan til at byggja Tjóðleikhúsið í 2027

34 minuttir síðan
Tíðindi

Vrakleivdir av flogfari funnar í USA

59 minuttir síðan
Tíðindi

Handtikin aftur fýra tímar eftir leyslating

1 tími síðan
Tíðindi

Lula og Bolsonaro bresta saman í tøttum forsetavali

2 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul og liðfelagarnir hava enn fyrsta stigið til góðar

2 tímar síðan
Tíðindi

Eldur kom í bil í Norð­oya­tunli­num

3 tímar síðan
Tíðindi

Konfirmantar í Vesturkikrjuni í dag

3 tímar síðan
Tíðindi

Falski Lars Tvede fekk ongar pengar frá føroyingum

3 tímar síðan
Fótbóltur

Eitt sjálvmál bjargaði Piteå týdningarmikið stig móti dystarenda

4 tímar síðan
Tíðindi

Merz í Kyiv við lyfti um milliardastuðul

4 tímar síðan
Tíðindi

Jákup Eli Østerø og Óli á Grømma tala sunnudagin

4 tímar síðan