Bakkafrost misti umleið eina millión fiskar av ódnarveðrinum

Bakkafrost boðar í dag frá, at felagið hevur misti umleið eina millión fiskar av ódnarveðrinum í farnu viku.

Bakkafrost boðar í dag frá, at felagið hevur misti umleið eina millión fiskar av ódnarveðrinum í farnu viku. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi í dag.

- Áhaldandi óðnarveðrið í farnu viku gjørdi umfatandi skaða á alibrúkini hjá Bakkafrost í Hvalba og Froðba. Ættin var tann ringasta fyri just hesi alibrúkini og sera ógvusligur uppgangur og suður var í sjónum í 5 dagar. Stórur partur av fiskinum doyði orsakað av veðrinum og umfatandi skaði var á aliútgerð. Í alt misti Bakkafrost umleið eina millión fiskar við eini miðalvekt uppá 2,1 kg. Aliútgerðin og fiskurin eru tryggjaði (fiskurin til kostprís).

Higartil hevur 2020-tøkumetingin fyri Føroyar verið 57.000 tons av laksi, men hesin skaðin lækkar tøkumetingina fyri 2020 við 5.000 til 6.000 tonsum.

##med2##