Kaj Leo Johannesen, løgmaður, segði við Rás2 á middegi, at samgonguskjalið er góðkent av formonnunum í teimum fýra flokkunum, sum seinstu dagarnar hava samráðst um nýggja samgongu.
- Nú er samgonguskjalið til góðkenningar úti í baklandinum hjá flokkunum, og vit vænta at frætta aftur seinnapartin ella í kvøld. Meðan bíðað verður eftir afturmeldingini, arbeiða vit víðari við málsøkjabýti og nevndarsessum.
Løgmaður segði, at formenninir í teimum fýra flokkunum samdust endaliga um samgonguskjalið í gjárkvøldið, og soleiðis er hesin parturin av arbeiðnum liðugur.
Sambært Kaj Leo Johannesen er ætlanin at hava løgtingsfund leygardagin, og hann vónar, at øll viðurskifti millum teir fýra flokkarnar, Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvsstýrtisflokkin, eru greið, so nýggja landsstýrið kann skipast, og nevndirnar veljast.