Balling á veg til Horsens

Fyrrverandi álopsspælarin hjá NSÍ tosar við felagið hjá Johan B. Hansen um samstarv

FÓTBÓLTUR

Tað hevur ikki verið sagt at vera ætlanin, at Ulrik Balling skuldi koma aftur til NSÍ. Tá ið álopsspælarin eftir kappingarenda í heyst fór úr Runavík, helt hann dyrnar á gloppi samstundis, sum hann ásannaði, at hann leitaði eftir nýggjum arbeiðsgevara í Danmark ella kanska onkra aðra staðni.
Hóast Ulrik Balling skoraði eitt mál í hvørjum av teimum fýra landskappingardystunum, sum hann var partur í, og hóast hann eisini skoraði í steypafinaluni ólavsøkudag, so vóru teir í NSÍ ikki so ógvuliga spentir at gera nýggjan sáttmála. Orsøkin var m. a., at Ulrik Balling ein stóran part av tíðini var skaddur, meðan hann var í NSÍ.
Nú tykist tað, sum um álopsspælarin, sum í síni tíð var á yngru landsliðunum í Danmark, hevur fingið samband við nýggjan arbeiðsgevara. Sambært donskum fjølmiðlum, so tosar Ulrik Balling um samstarv við AC Horsens, sum spælir í næstbestu deildini. Talan er um sama felag, sum Johan B. Hansen spælir í. Fyrrapartin av níti árunum vóru tveir aðrir føroyskir landsliðsspælarar í Horsens. Teir vóru Jan Allan Müller og Jens Erik Rasmussen.
Akkurát nú heldur Ulrik Balling frí í Thailandi. Hann sigur seg vera sera áhugaðan at spæla í Horsens, sum leitar við lykt eftir einum nýggjum álopsspælara.
? Í løtuni nýti eg frítíðina. Mikudagin komi eg heim aftur til Danmarkar. Eg havi tosað við venjaran, Kent Nielsen og ítróttarstjóran Jesper Hansen. Teir søgdu seg vera áhugaðar í at knýta meg afturat liðnum, og eg segði, at eg var áhugaður í at spæla í Horsens. Vit eru ikki komnir longri enn har til. Men hetta er eitt gott útgangsstøði fyri samráðingum, tá ið eg eri komin aftur úr Thailandi, sigur Ulrik Balling við Horsens Folkablad.
Um Ulrik Balling flytir til Horsens, so verður hetta ikki fyrsta ferðin, at hann fer at skifta felag. Umframt at hava spælt í NSÍ og í Vejle, so hevur hann eitt nú verið í Næstved, Aarhus Fremad og í norska Tromsø.
Horsens Folkablad tykist ikki vera so ógvuliga væl kunnað um føroyskan fótbólt og føroysk viðurskifti yvirhøvur. Teir vita at siga, at NSÍ er eitt av fótbóltsfeløgunum í Tórshavn!