Bamse Jørgensen deyður

Kendi og vælumtókti danski sangarin og sjónleikarin, Flemming Jørgensen, vanliga kallaður Bamse, doyði í nátt 63 ára gamal. Sambært keldum, sum Ekstrablaðið hevur tosað við, doyði hann av hjartatilburði. Konan royndi at fáa lív í hann, áðrenn sjúkrabilurin kom.

 

Bamse er eitt nú kendur við sangum sum »Vimmersvej«, »I en lille båd der gynger«, men hevur eisini havt fleiri filmsleiklutir. Hann fekk í 1986 Robertvirðisløn fyri ársins manliga hjáleiklut í filminum »Ofelia kommer til byen«.

 

 

Bamses Venner hava eisini vitjað í Føroyum fleiri ferðir, seinast var í september í fjør, altso í 2010. Í 1980 vunnu teir danska Melodi Grand Prix við sanginum »Tænker altid på dig«

 

Bamse hevði sukursjúku, og tá hann í fjør vann kórsendingina AllStars, gav hann 250.000 krónur til eysturjydsku deildina hjá Diabetisfelagnum.

 

Lívið hjá Bamse byrjaði ikki eins væl, sum hjá teimum flestur. Tá hann var tveir dagar gamal var hann koyrdu á barnaheim í Hadsted. Mamman var prostituerað og kláraði ikki at taka sær av nýfødda barninum.

 

Alt lívið stríddist hann við kensluna av ikki at hoyra til og at verða vrakaður. Tað sást eisini aftur í sera persónligu útgávuni »Tæt på«, sum kom út í februar í fjør.