Tað er einki ivamál hjá Knud Sørensen, forstjóra í Danska Bank og Knud Heinesen, formanni í Fíggingargrunnurin, hvør eigur at hava leiklutin í samráðingunum um bankamálið.
Tað er avgjørt Danske Bank móti Fíggingargrunninum.
Trupulleikin er bert, at Landsstýrið hevur frábiðið sær, at formaðurin í Fíggingargrunninum, leggur seg út í málið.
Knud Heinesen sigur í viðmerking til hetta, at hóast Fíggingargrunnurin er beinleiðis mótpartur hjá Danske Bank, so hava stjórnin og Landsstýrið tikið sær høvuðsleiklutin.
Bíðar eftir svari
Fíggingargrunnurin fer tí at bíða eftir, hvat Landsstýrið og stjórnin ætla sær at gera, sigur Knud Heinesen.
Verður talan um sjálvt partabrævaumbýtið, so er tað bert grunnurin, sum kann vera mótparturin, av tí at vit sótu hinumegin borðið, tá partabrævaumbýtið fór fram. Um so verður, so vil grunnurin sjálvandi taka stig til at tosa við Den Danske Bank, sigur Knud Heinesen.
Eftir at Grønborg-frágreiðingin kom fram, setti formaðurin í Fíggingargrunninum seg í samband við Landsstýrið, fyri at gera eina meting av málinum, men Edmund Joensen, løgmaður, svaraði, at Landsstýrið ikki var áhugað í at Knud Heinesen skuldi gera nakað, áðrenn Landsstýrið hevði úttalað seg um spurningin.
Eftir sum grunnurin er beinleiðis mótpartur í málinum við Danske Bank. Fert tú nú at seta teg í samband við Landsstýrið?
Nei, tað fari eg ikki. Landsstýrið hevur greitt sagt okkum, at grunnurin skal einki gera við málið. Hann skal bert gera sína skyldu, og harvið verður tað, sigur formaðurin.
Heldur tú at málið endar í rættinum kortini?
Tað verður, íð hvussu so er, ikki áðrenn 1. apríl. Vónandi fáa vit eina avtalu um samráðingar í lag við Danske Bank. Hetta málið er so fjøkjasligt, at tað ikki er hóskiligt at fara í rættin við, sigur Knud Heinsen.
Danske Bank gevur stjórnini ein mánað
Knud Sørensen, forstjóri í Den Danske Bank sigur, at teir gingu við til at leingja fyrningarfreistina til seinast í apríl mánað, fyri at geva donsku stjórnini stundir at fáa valið í Danmark avgreitt.
Nú bíða vit bert eftir at fáa svar frá Fíggingargrunninum, sigur Knud Sørensen.
Hann váttar at tilboðið um endurgjald stendur við, og at tað verður í upphædd eftir tí, sum Grønborg-frágreiðingin vísti til.
Um talan er um 100 ella 200 mió. krónur, vil hann ikki siga, men heldur, at upphæddin ikki er nakar trupulleiki. Um tað er neyðugt við meira enn 200 mió. krónum, so er tað eisini í lagi.
Tað er fyri so vítt ikki tað, vit skulu tosa meir um. Nú áttu vit og Fíggingargrunnurin at sett okkum niður at tosa um, hvat er skilabest at gera, sigur Knud Sørensen.
Knud S. og Knud H.
Spurdur, hvør skal taka stig til at fáa partarnar at tosa saman, sigur Knud Sørensen, at tað eigur Knud Heinesen at svara.
Tá blaðið fór til prentingar, segði formaðurin í Fíggingargrunninum, at als einki meir var hent í málinum.
Í Tinganesi var heldur einki at frætta, tí har var landsstýrisfundur allan dagin.