Bankin hevði 114 milliónir í avlopi

Samstundis hevur viðskiftafólkið fingið 50 milliónir krónur í príslækkingum í fjør

 


Tað gekk væl hjá BankNordik í Fjør.

 

Bankin sigur í morgum, at avlopið í fjør var 114 milliónir krónur fyri skatt.

 

Í 2013 hevði bankin rakstrarinntøkur á 846 mió. krónur afturímóti til 895 mió. krónur árið fyri.

 

- Høvuðsorsøkin til inntøkulækkingina á 50 milliónir krónir er, at bankin í 2013 lækkaði rentur, avgjøld og tryggingarprísir hjá føroysku viðskiftafólkunum munandi, sigur Janus Petersen, stjóri   

 

At bankin lækkaði rentu og onnur gjøld 50 milliónir krónur, merkir, at nógv húski fáa fleiri túsund krónur í sparingum um mánaðin, sigur hann.

 

Niðurskrivingar á útlánum gjørdust 147 mió. kr., tær vóru 115 milliónir í 2012.

 

Meginparturin av niðurskrivingunum stavar frá privatkundum og smærri vinnukundum. Eftir niðurskrivingar, og ikki afturvendandi útreiðslur, varð úrslitið 103 mió. kr. fyri skatt og virðisjavna samanborið við 101 mió. kr. í 2012.

 

- Úrslitið er eitt sindur betri enn væntað, sigur bankin.

 

Samstundis brynjar bankin seg til at lúka øktu treytirnar í SIFI lóggávuni, sum hevur til endamáls at tryggja føroysku bankaskipanina móti komandi bakkøstum.

 

Eisini BankNordik í Danmark hevur hevur nú givið avlop í tríggjar ársfjórðingar á rað

 

 - Hóast vit kundu hugsað okkum størri lánseftirspurning, og harvið hægri inntøkur, kunnu vit tó fegnast um, at tey spariátøkini, sum bankin nýliga hevur framt, hava verið avgerandi fyri framhaldandi lønsemi og kappingarføri bankans, sigur Janus Petersen.