BankNordik: Órímuligur kritikkur

- Eftir fíggjarkreppuna tykist tað sum bankarnir eru útnevndir til samfelags fígginda nummar eitt. Bæði av politikarum og í almenna rúminum annars. Tað er órímuligt móti okkum, sum royna at reka ein banka so skynsamt sum tilber.

Tað sigur Klaus Rasmussen, nevndarformaður í BankNordik, sum heldur at hansara banki hevur goldið nógv fyri ólukkurnar hjá øðrum bankum.

- Vit gjalda í dag fyri bankapakkar og økt krøv frá myndugleikunum. Eisini skulu vit gjalda í trygdargrunnin fyri innskjótarar, ið tryggjar kundarnar móti at missa sína uppsparing, tá ein banki fer á húsagang. Bara tann rokningin til trygdargrunnin er 25 milliónir krónur um árið, næstu fýra árini.

Klaus Rasmussen heldur, at teir bankar, sum standa eftir í dag, gjalda í dýrum dómum fyri skrællini hjá kappingarneytunum.

- Í BankNordik kennist tað eitt sindur sum um vit skulu hava skyldina fyri húsagangin hjá Eik Banka. Og ikki nóg mikið við at vit fáa rokningina fyri dugnaloysi aðrastaðni. Vit verða eisini útnevnd til at vera bandittarnir, og millum politikarar og almenningin verður kókað undir ein stemning, ið sigur at bandittarnir nú skulu gjalda. Tað er órímuligt, sigur Klaus Rasmussen.

Nevndarformaðurin í BankNordik spyr retoriskt, hvussu fólk halda at bankarnir gjalda fyri eyka rokningar, og svarar sjálvur:

- Tað eru bara kundarnir og partaeigararnir, sum kunnu gjalda rokningina. Meira innviklað er tað ikki. Sjálvandi skulu vit gera raksturin av bankanum effektivari og bíligari, og tað arbeiða vit sum kunnugt hart við.

Afturat øktu krøvunum og eykarokningunum koma krøv frá politkarum og almenninginum, ið gera viðferðina heilt órímiliga, sambært Klaus Rasmussen:

- Tá politikarar og almenningurin annars krevja lægri útlánsrentu, hægri innlánsrentu, ongi gjøld fyri tænastur, umframt at vit ikki skulu stongja deildir og siga fólki úr starvi – ja tá er tað væl eingin, ið fær roknistykkið at ganga upp.

Hann heldur, at sjálvandi skal ein banki tola kritikk – men máti skal vera við:

- Tað kennist djúpt órættvíst, at okkara starvsfólk, sum hava havt sera harðar arbeiðsumstøður í áravís, nærum verða forfylgt og niðurgjørd, bara tí at tey arbeiða í einum banka. Tað er also ov langt úti, sigur Klaus Rasmussen, sum heldur at leiðandi røddir í samfelagnum eiga at ”skrue lidt ned for retorikken”, sum hann málber seg.