Bara ein borgarstjóri stillar upp

Tað sjáldsama við løgtingsvalinum hesaferð er, at bara ein borgarstjóri stillar upp.

Tað skrivar valurslit.fo.

 

Bara ein av teimum 29 borgarstjórunum kring landið eru valevni til løgtingsvalið hesaferð. Tað er Ólavur Fríði Nybo, sum er borgarstjóri í Kunoyar kommunu. Hann stillar upp fyri Javnaðarflokkin.

 

Eitt tíðarskeið var annars vanligt, at nógvir borgarstjórar royndu at sleppa í Løgtingið.

 

Í 2015 stillaðu 14 borgarstjórar upp, og í 2019 stillaðu 11 borgarstjórar upp.

 

Á løgtingsvalinum í 2022 vóru teir hinvegin bara tríggir, og hesaferð er tað so bara ein borgarstjóri, sum bjóðar seg fram sum valevni.

 

Og tað er fyrr komið fyri, at borgarstjórin í Kunoy er valdur á Løgtingið, meðan Føroyar hava verið eitt valdømi. Tað var Heini O. Heinesen, sum kom aftur í aftur og var valdur í 2008.

 

Fýra ferðir í fýra økjum

 

Á seinastu fimm løgtingsvalunum hava sitandi borgarstjórarnir á Tvøroyri, á Sandi, í Havn og í Vestmanna stillað upp fýra ferðir.

 

Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, var valevni í 2011, 2015, 2019 og 2022, og hann var valdur tríggjar ferðir. Hann bjóðar seg ikki fram hesaferð.

 

Páll á Reynatúgvu stillaði sum borgarstjóri í Sands kommunu upp í 2008, og Brandur Sandoy stillaði sum borgarstjóri í somu kommunu upp í 2011, 2015 og 2019.

 

Tað hevur eisini verið vanligt, at sitandi borgarstjórin í Havn hevur stillað upp. Einasta undantakið var í 2011. Heðin Mortensen stillaði upp í 2008, 2015 og 2022, og Annika Olsen stillaði upp í 2019.

 

Í Vestmanna stillaði Karl A. Olsen upp sum borgarstjóri í 2008 og 2011, og Pauli Trond Petersen stillaði upp í 2015 og 2019. Pauli Trond Petersen sat eitt valskeið sum varamaður á tingi.

 

Elvt til orðaskiftið

 

Leikluturin hjá borgarstjórum í landspolitikki hevur ofta elvt til orðaskifti.

 

Í mai 2015 segði Annika Olsen, sum tá var landsstýriskvinna í kommunumálum, seg arbeiða við lógaruppskoti, sum skuldi forða fyri, at tað bar til at vera løgtingsfólk og í fulltíðarstarvi sum borgarstjóri samstundis. Hon helt ikki, at borgarstjórar fóru neyvan at reka landspolitikk í Løgtinginum.

 

Jóhan Christiansen, sum tá var borgarstjóri í Eysturkommunu, helt hinvegin, at starvið sum borgarstjóri og løgtingsfólk riggaðu væl saman.

 

- Nógv betur enn eitt læknastarv og ein løgtingssessur, ella ein privatur stjórasessur og ein løgtingssessur, ella kanska ein reiðari við einum løgtingssessi, skrivaði hann í lesarabrævi.

 

Í 2019 var Annika Olsen borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og hon stillaði upp til bæði fólkatingsvalið og løgtingsvalið fyri Fólkaflokkin. Hon segði tá undir valstríðnum, at hon fór ikki at røkja bæði størvini.

 

Tað eru eisini dømi um, at borgarstjórar rigga av í kommunupolitikki, tá teir fáa sæti í Løgtinginum – í einum føri beinanvegin. Tá Magnus Rasmussen í Sambandsflokkinum var valdur í Løgtingið í oktober 2015 segði hann borgarstjórarsessin frá sær stutt eftir. Hann hevði tá verið borgarstjóri í Runavíkar kommunu síðan 1. januar 2009. Tórbjørn Jacobsen tók við sum borgarstjóri ístaðin.

 

 

 

So nógvir borgarstjórar hava verið valevni:

 

2026: 1

 

2022: 3

 

2019: 11

 

2015: 14

 

2011: 8

 

2008: 8

 

 

 

Borgarstjórarnir, sum hava stillað upp, eru hesir:

 

2026: Ólavur Fríði Nybo (Kunoyar kommuna)

 

2022: Rógvi Egilstoft Nielsen (Eiðis kommuna), Heðin Mortensen (Tórshavnar kommuna) og Kristin Michelsen (Tvøroyrar kommuna)

 

2019: Heðin Zachariasen (Sunda kommuna), Annika Olsen (Tórshavnar kommuna), Brandur Sandoy (Sands kommuna), Eyðdis Hartmann Niclasen (Vága kommuna), Artur Johansen (Sjóvar kommuna), Kristin Michelsen (Tvøroyrar kommuna), Jógvan Skorheim (Klaksvíkar kommuna), Pauli Trond Petersen (Vestmanna kommuna), Tórbjørn Jacobsen (Runavíkar kommuna), Jóhan Christiansen (Eysturkommuna) og Sonni á Horni (Fuglafjarðar kommuna)

 

2015: Brandur Sandoy (Sands kommuna), Hans Jákup Kallsberg (Viðareiðis kommuna), Trúgvi Gudmundarson (Hvalbiar kommuna), Magnus Rasmussen (Runavíkar kommuna), Gerhard Lognberg (Skopunar kommuna), Rósa Samuelsen, Heðin Mortensen (Tórshavnar kommuna), Kristin Michelsen (Tvøroyrar kommuna), Artur Johansen (Sjóvar kommuna), Jógvan Skorheim (Klaksvíkar kommuna), Pauli Trond Petersen (Vestmanna kommuna), Jóhan Christiansen (Eysturkommuna), Jógvan í Skorini (Eiðis kommuna) og Sonni á Horni (Fuglafjarðar kommuna)

 

2011: Brandur Sandoy (Sands kommuna), Albert Ó. Ellefsen (Vága kommuna), Kristin Michelsen (Tvøroyrar kommuna), Gerhard Lognberg (Skopunar kommuna), Mikkjal Sørensen (Porkeris kommuna), Kim Durhuus (Sunda kommuna), Artur Johansen (Sjóvar kommuna) og Karl A. Olsen (Vestmanna kommuna)

 

2008: Heðin Zachariassen (Sunda kommuna), Rósa Samuelsen (Vága kommuna), Gerhard Lognberg (Skopunar kommuna), Heðin Mortensen (Tórshavnar kommuna), Karl A. Olsen (Vestmanna kommuna), Páll á Reynatúgvu (Sands kommuna), Heini O. Heinesen (Kunoyar kommuna) og Tordur Niclasen (Eiðis kommuna)