Um nýggju verkini ikki hava nakra brúkslistaliga funktión, kenna vit aftur døkka estetikkin hjá listakvinnuni og sniðgevanum, sum í 2017 fekk Mentanarvirðisløn Landsins fyri sítt gløgga og listaliga gávaða verk. Í viðtalum við tíðarrit í Danmark, har hon býr, og altjóða, leggur hon aftur og aftur dent á týdningin, sum tilfarið hevur, og at vit mugu virða tilfeingið. Eisini nevnir hon altíð sín føroyska uppruna sum ein savnandi klangbotn í øllum, sum hon ger. Hesin klangur sýnist myrkur og harðbalin, men við einum serligum ansi fyri teimum møguleikum, ið spríkja burtur úr júst avmarkingunum.
##med2##
##med3##
Í síni myndlist fer Barbara í Gongini á sama hátt kravlítið og reduktivt til verka við monokromari list. Grundleggjandi rótin í øllum verkinum hjá Barbaru í Gongini er tekningin, sum hon er vend aftur til. Men í staðin fyri at vera varaleikari, amboð ella partur av skapanini hjá klædnapløggum, sleppur tekningin nú við síni titrandi, rútmisku rørslu at folda seg út og verða til sjálvstøðug listaverk – myndir, relieff og standmyndir.
Tilfarið, ið er vatn, grafitt, olja, sandur og pappír er partur av einum ráari, frummyndaligari listahugsan, har rørslan innskrivar seg beinleiðis í tilfarið. Verkini kykna tessvegna millum kropp og ætlan, millum tilfarsligt skilvísi og visuella kanning.
##med4##
##med5##
– Vælkomin til vernissage Uppiá í Steinprenti leygardagin 29.november kl.15-17, har høvi verður at heilsa uppá listakvinnuna og at njóta okkurt gott aftur við listini, skrivar Kinna Poulsen, kurator, í sambandi við framsýningina hjá Barbaru í Gongini.
##med6##
##med7##
















