Fróðskaparsetri skrivar, at Ingi Heinesen Højsted, leiðari á Barna- og ungdómsgranskingardepilinum á Fróðskaparsetri Føroya, og Kalpana Vijayavarathan, dekanur á Námsvísindadeildini, hava seinasta vikuna verið á arbeiðsferð í Grønlandi við tí endamáli at menna samstarv um gransking í barna- og ungdómsviðurskiftum í Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Noregi.
Vertur fyri samstarvsverkstovuna var Iluliaq, sum er Barna- og ungdómsgranskingardepilin á Universitetinum í Grønlandi, Ilisimatusarfik.
Luttakararnir úr teimum fýra londunum vóru m.a. Lars Demant-Poort og Rikke Ørngreen frá Ilisimatusarfik, Grønlandi, Ingi Heinesen Højsted og Kalpana Vijayavarathan-R frá Fróðskaparsetri Føroya, Greta Gudmundsdottir og Kristin Beate Vasbø frá Universitetinum í Oslo, Kolbrún Þorbjörg Pálsdóttir og Hróbjartur Árnason frá Universitetinum í Reykjavík.
Á verkstovuni løgdu luttakararnir fram sítt granskingararbeiði, og lunnar vórðu lagdir undir verkætlanir um trivnaðartrupulleikar millum børn og ung í norðuratlantiska økinum, umframt útbúgving og læring frá byrjanarstigi til hægri útbúgving.
Á skránni vóru eisini haldførar læringsætlanir, tilveran í strandabygdum og tær samfelagsligu broytingarnar, sum býarmenning, veðurlagsbroytingar og talgilding hava við sær.
Orðaskiftið vísti bæði felags avbjóðingar og stórar møguleikar fyri at menna nýtt samstarv, og dentur varð lagdur á, hvussu lík samfelagslig og landafrøðilig viðurskifti í økinum kunnu taða góðan gróðrarbotn fyri samanberandi gransking og felags verkætlanum.
Fyri Barna- og ungdómsgranskingardepilin á Setrinum var arbeiðsferðin ein týdningarmikil liður í at byggja samstarvsnetverk fyri barna- og ungdómsgransking. Verkstovan ruddaði slóð fyri framhaldandi samskifti, nýggjum verkætlanum og betri vitanardeiling millum luttakandi universitetini.










