IRAH vaks upp í dukandi bass-hjartanum av sound-system mentanini í suður London, og búði eisini nökur mennandi ungdómsár á Jamaica.
Ljóðið er ein blanding av reggae, dancehall og drum & bass, og IRAH er eitt av mest sermerktu növnunum í bretska sonevnda bassheiminum.
Altjóða gjögnumbrotið fekk IRAH við Chase & Status við lagnum Program og seinni við platinseljandi hittinum Baddadan.
Hann hevur arbeitt við Beenie Man, Flowdan, Popcaan og Sammy Virji og hevur framfört á fleiri av störstu festivalunum í Europa og Bretlandi.
Nýggju lögini, Gunfinger, Dis Badman og fleiri onnur, eru sera orkumikil og megna at taka ein og hvönn av fótum - eisini tey, ið ongantíð áður hava hoyrt tey. Men enn er góð tíð til G! fer av bakkastokki, so tú nært væl at lurta og kenna tónleikin áðrenn.
Hesir basstónar hava longu rungað uttan íhald á G! skrivstovuni í nakrar mánaðir og komandi summar fara teir at skaka Götusand!
Um tú vil vita meira um IRAH kann forvitnislig samröða lesast her.
G! festivalurin verður 16.-18. juli í 2026










