Sonni Óli Djurhuus er útbúgvin lærari í 2003. Hann hevur tikið eina BED í pedagogiskari leiðslu á Fróðskaparsetri Føroya í 2020. Harumframt hevur hann aðrar viðkomandi útbúgvingar.
Hann er 51 ár og hevur drúgvar leiðslu- og stjóraroyndir innan bæði privata og almenna geiran.
Sonni hevur verið handils- og deildarleiðari í handilsvinnuni og hevur í fleiri umførum verið skúlastjóri. Eitt nú stóð hann fyri at leggja saman tríggjar skúlar, til tað vit í dag kenna sum Skúlan við Streymin í tíðarskeiðinum 2016 til 2023.
Síðan 1. apríl 2023 hevur Sonni verið stápsleiðari í sjúkrahúsverkinum.
Nú hann er settur sum kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu, sigur hann soleiðis:
- Eg fari komandi tíðina at seta meg inni í viðurskiftini í kommununi og tosa við politikkarar, leiðarar og starvsfólk bæði í fyrisitingini og á stovnum í kommununi, síðani fara vit saman at seta á skrá, hvat vit raðfesta at arbeiða við komandi fimm árini.
Sonni Óli Djurhuus tekur við starvinum hin 1. februar 2026.
- Vit ynskja komandi kommunustjóra okkara hjartaliga tillukku við starvinum, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.










