Um summarið flýgur Atlantic Airways mikudagar til Barcelona í Spania. Fyrsta fráferðin úr Føroyum verður 20. mai, og flogið verður til 21. oktober.
- Sum nakað nýtt, fara vit eisini at flúgva týsdagar til Mallorka í summar, og fyrsta fráferðin verður 2. juni, og flúgvingin til Mallorka endar í hesum umfari 25. august.
Allan Skaalum sigur, at bæði Barcelona og Mallorka eru nógv eftirspurd ferðamál, og føroysku ferðaskrivstovurnar hava nógv ymisk pakkatilboð til hesar ferðir.
Hann sigur, at stórur áhugi hevur verið og er framvegis fyri Barcelona, og hjá Atlantic Airways eru tey sera spent eftir at vita, hvussu stórur áhugin fyri Mallorka-flúgvingini verður.
- Mallorka er eitt tað mest populera ferðamannalandið hjá skandinavum. Á oynni er nógv broytt, sum árini eru gingin, og flestu hotell eru dagførd, eins og møguleikarnir við svimjyhylum og stórum vatnlondum eru framúr.
Allan Skaalum vísir á, at á Mallorka finnur tú eisini lekrastu baðistrendur, summarveðrið er óføra gott, og nógvir møguleikar eru at leiga bil og síggja vakurleikan, sum er kring um á oynni.
- Longu nú hava vit fingið nógvar bíleggingar, bæði til Barcelona og Mallorka, og tað eru longu ávísir túrar, sum eru um at vera fult bookaðir, leggur hann aftrat.