Tjóðarsemja – og harpiks

Nú er stutt til ríkisfund og føroyska landsliðið við Akseli, Beini, Sirið, Ruth, Jenisi og Bárði skal undir torføra dystin um at endiliga at vinna okkum ræði á søtu og týdningarmiklu uttanríksipolitisku heimildunum, sum allir flokkar Føroyum tørvar. Liðið er mannað við løgmanni sum liðformanni og spælskipara og hini sum málmanni, bakkum, striku og vengrum og royndir Føroya eru skipaðar í gløggari, ágangandi og søguliga spennandi spæliskipan.  Men aftaná at liðið hevði seinastu venjing 10 juni, meldaði Bárður vegna Sambandsflokkin út, at hann ikki ætlar sær at spæla við.

Síggj fyri tykkum hvussu tey standa og spæla bóltin runt hesa seinastu venjingina, støkka bóltin í gólvið, harpiks á fingrum og á skógvahæli, eitt skot her, ein bjarging der ...øll hava eina góða kenslu av liði. bólti, høll og dysti. Og nú marsjerar Bárður út - tey hildu kanska hann fór á wc, spentur, nervar?  men nei; hann rópar at hann ikki so mikið sum ætlar sær at vera málmaður - um málið er at vinna Føroyum uttanríkispolitiskar heimildir. Hann fer av liðnum, vil bara spæla fyri ríkið og traðkar tilvitað í harpiksdósina og stillar seg rimmarfastan uttanfyri fyri føroyska liðið.

Ímyndið tykkum støðuna um Bárður var formaður í einum føroyskum hondbóltsfelag, sum undan seinastu venjing til EM-endaspælið hjá monnum í Norra ella HM endaspælið hjá kvinnum í Týsklandi, boðaði frá, at felag hansara noktaði leikarum sínum at leika fyri landsliðið? Og at hetta varð meldað út hóast tilvitaðu upplivingarnar og úrslitini av rimmar avrikinum í Berlin og Basel? sum sjálvt teir mest ivingarsomu áskoðaranir høvdu upplivað og síðan góðtikið? Also eina útmelding, sum í stríð við tilvitanina um tørvin fyri framburði bert kom av stríði fyri land og fólk, og sum próvfast hevur víst, at tá vit standa saman, kempa saman so vinna vit eisini saman.

Tað er ein bara ein totalt langt úti hugsa støða, sum ongantíð vildi hent í føroyska hondbólts- ella ítróttarheiminum, men í okkara politiska heimi gjørdi Bárður júst hesa útmelding - hóast ALLIR flokkar brennandi ynskja Føroyum uttanríkispolitiskar heimildir.

Eg var til tíðindafundin hjá Sambandsflokkinum aftaná Ólavsøku í 2024 í Norðurlandahúsinum, tá ið Sambandsflokkurin – og seinni Janus Reinavdúkaði NÝTT SAMBAND. Advokaturin Janus Rein reisti seg á fundinum og greiddi frá, at hann sum advokatur arbeiddi fyri at vinna føroyskum ítróttarsambondum altjóða limaskap, men allar hesar umbønir vórðu kveistraður til viks, tí Føroyar ikki eru ein tjóð sambært ST– ikki hava uttanríkispolitiskar heimildir! Tí danska grundlógin og ella danskar stjórnir forða fyri hesum! Tí var hann áhugaður at frætta um NÝTT SAMBAND tók hendan veruleikan til sín, tí sum hann skemtiliga segði... børnini yviri í dagstovninum Sólareygað í sandkassanum ...tey kunnu gott spæla at vera eitt land, men tað blivi tey ikki at teirri orsøk. Spurningurin til Bárð var tí um Sambandsflokkurin framhaldandi ætlaði at spæla at vera eitt land ella ætlaði at verða eitt land?