HSF skrivar:
- Seinni U19-dysturin millum Føroyar og Ísland gjørdist eisini tættur og spennandi. Eins og í gjár var tað tó Ísland, sum vóru omaná og vunnu 23-21, eftir at Føroyar vóru á odda 10-8 í hálvleikinum.
Bert 21 íslendsk mál vitna um eina góða føroyska verju saman við Anitu Dahl í málinum. Eins og í gjár var talan um ferðmiklan dyst, har Føroyar vóru betra liðið í fyrra hálvleiki. Okkara vóru eisini omaná um miðjan seinna hálvleik, 16-14. Okkara gjørdu tó fleiri tekniskar villur næstu løtuna, har Ísland fingu nøkur løtt skjótálop og mál. Okkara megnaðu ikki at fanga Ísland aftur seinastu 10 minuttirnar og taptu sostatt við tveimum, 23-21.
Næsta uppgávan hjá U19-landsliðnum verður EM-endaspælið í juli í Montenegro, har Føroyar eru í bólki saman við Týsklandi, Rumenia og Spania. Skrivar HSF.
Málskjúttar hjá Føroyum í dag:
Silja Geirsdóttir Eystberg 6 (2)
Sára Berg á Lag 5
Fjóla Skaalum Vilhelm 2
Marjun Kristina Jansdóttir 2
Joan Rúnadóttir Johannesen 1
Ró Reginsdóttir 1
Rakul Borgarlíð Joensen 1
Elida Joensen 1
Agatha Kjærbæk Djurhuus 1
Marta Agnarsdóttir Højgaard
Dystarfragreiðing:
files.hsf.fo/matches/reports/JPoWG8b3RsYAzYTPE9it.pdf