Nakrir italskir tinglimir gjørdust í so heitir í dag, tá tingið í Rom viðgjørdi eitt uppskot um ein búskaparligan kreppupakka. Orðaskiftið var sera hvast, og endin varð, at minst tveir tinglimir hjá tí høgrasinnaða flokkinum Liga Norður lupu á tinglimir hjá flokkinum FLI. Tað eydnaðist øðrum tingmonnum at leggja uppí, men tingfundurin mátti leggjast niður eina løtu, so menn fingu stundir til at sissa seg.
ES-leiðararnir hava kravt, at teir italsku politikararnir semjast um ein kreppupakka, og Silvio Berlusconi, forsætisráðharri, hevði pakkan við sær, tá hann kom á toppfundin í Bruxelles í dag. Men fleiri eygleiðarar vænta, at ES fer at seta italsku stjórnini størri krøv enn tað, sum higartil er komið í pakkan.
Italia er tað mest skuldartyngda ES-landið.