Tað er ein politiskur trupulleiki, at Føroyar standa fyri læstum dyr til týdningarmiklar altjóða felagsskapir og stovnar, ið hava stóran týdning fyri vinnuligar, handilsligar, búskaparligar, mentunarligar og uttanríkis- og trygdarpolitiskar menningarmøguleikar.
Hetta er álvarsmál, sum verður tikið í fullum álvara av flokkunum í løgtinginum - uttan Sambandsflokkinum, sum misbrúkar høvið til at pynta seg sjálvan við ósannindum um hinar flokkarnar.
Formaður Sambandsfloksins Bárður á Steig Nielsen sigur beinleiðis ósatt í útvarpinum, tá hann leggur hinar 5 løgtingsflokkarnar undir ”ábyrgdarleyst at blaka Føroyar út í óvissuna og siga, at vit taka okkum úr ríkisfelagsskapinum og síðani kanna, hvat slag av felagsskapi vit kunnu fáa”
Fáur er so býttur at trúgva tí, at hesir 5 flokkar fara at uppsiga verandi ríkisrættarligu avtalur og sambond, og allar tær nógvu fyriskipanir, ið hanga har uppií - fyri síðan at seta seg niður at finna útav, hvat teir skulu seta í staðin. Útvarpsmaðurin átti eisini at verið so mikið at sær komin, at hann setti spurnartekin við hesa útsøgn hjá sambandsformanninum.
Tað sum flokkarnir samráðast um, er í stuttum at fremja tær broytingar, sum kunnu taka verandi politiskar forðingar burtur og skipa ávís viðurskifti í Ríkisfelagsskapinum á ein nýggjan hátt, so vit kunnu fáa fult virkisføri at fremja tann politikk í samstarvi við onnur lond, sum tænir okkara áhugamálum best. Í nógvum førum ber tað ikki til í løtuni, og tí er arbeiðið av størsta týdningi at fáa eina felags semju um, hvussu hetta kann lata seg gera.
Sambandsflokkurin vísir til sítt uppskot, ”Nýtt Samband”. Men tað loysir ongar av avbjóðingunum, vit hava fyri framman, gevur okkum ongi rættindi, sum vit ikki hava frammanundan, og gevur okkum t.d. ongar møguleikar fyri at vit kunnu gerast limur í t.d. EFTA, ella WTO, ella IOC, ella sjálvstøðugir limir í NAFO ell NEAFC o.s.v. ”Nýtt Samband” er bara Gamalt dovið sambandsvín í nýggjari fløsku.
Tað sigur ikki so lítið, at undanfarni sambandsformaðurin, sum kemur aftur á ting á Ólavsøku, var mikið meira framskygdur enn Bárður, tá hann hevði eitt boð uppá eina loysn á Ólavsøku 2012 við ríkjafelagsskapi við trimum sjálvstøðugum londum.
Vónandi lata hinir fimm flokkarnir seg ikki forstýra av opportunistisku útsøgnini hjá Bárði, men arbeiða víðari fyri at koma á mál í eini góðari semju. Lat so bara Bárð og Sambandið standa eftir og grenja.