Aldursbólkurin var sera væl umboðaður við 274 tilmeldingum. Altjóðahúsið hjá Tórshavnar kommunu samskipaði tiltakið saman við m.a. ÍSF, og við Tjarnir var karmur um tiltakið.
Elsa Berg, borgastjóri í Tórshavnar kommunu, setti dagin.
Her er brot úr røðuni:
"Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu eri eg fegin um at sleppa at seta Barna-OL, ella barna-olympiaduna, sum fer at byrja um eina løtu.
Næstan 300 børn úr allari kommununi eru við, og eg vóni, at tit øll fara at hava ein ordiliga stuttligan dag, har tit eisini fara at møta øðrum børnum í tykkara aldri, sum tit fara at hava tað stuttligt saman við, og kanska fara tit eisini at finna nýggjar vinir í dag, hvør veit?
- Tað er Fjølmentanarvika, og tað merkir, at vit hesa vikuna síggja og læra um aðrar mentanir. Tað búgva nógv fólk í kommununi, sum koma úr øðrum londum, og vit eru glað fyri, at okkara kommuna er so fjølbroytt.
Vit eru øll ymisk, og tað er gott. Eingin kann duga alt, men summi duga okkurt væl, og summi duga væl okkurt annað. Og tilsamans duga vit ordiliga nógv.
-Tit hava eisini longu lært nógv um tey londini, sum tit umboða, og tit hava enntá gjørt básar um hesi londini, so onnur eisini kunnu læra um tey.
Tað er ordiliga gott, tí við at skilja onnur fólk og lond betur, skilja vit eisini betur ta verðina, vit liva í.
Eg fari at ynskja tykkum øllum ein ordiliga góðan dag her í høllini við Tjarnir og góða eydnu við øllum kappingunum. Við hesum er Barna OL 2026 sett."
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##



















