Í kvøld spældu landsliðsleikarin, Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ dyst á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini.
HØJ tapti 24-30 fyri Nykøbing Falster, ið var greitt omaná í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Nykøbing Falster greitt á odda 16-6. Marita fekk ein málmøguleika, og hon setti hann í netið.
Talan var um triðja tapið á rað hjá HØJ
HØJ er triðaftast í deildini við fýra stigum. HØJ hevur tvey stig upp til EH Aalborg, ið hevur seks stig á áttanda plássinum. Áttanda plássið gevur aftaná lokið grundspæl atgongd til endaspælið.
Leygardagin 15. november spælir HØJ dyst á útivølli móti Silkeborg-Voel.












