Barnabókin hjá Steintóri bjóðar av

Søgurnar í bókini Søgunámið nema við fleiri stóru spurningunum í okkara tilveru

Fyri smáum tveimum vikum síðani lat Steintór Rasmussen úr hondum eitt savn við 16 søgum og ævintýrum prýdd við vøkrum og gandakendum myndum.

Søgurnar í bókini Søgunámið nema við fleiri stóru spurningunum í okkara tilveru. Hvat fólkaræði, ábyrgdarloysi og tolsemi er fyri nakað. Og ljós verður varpað á vitleika, rúsdrekkamisnýtslu og einsemi. Evni sum á ein ella annan hátt krevja, at hugsað og prátað verður um tað, sum ein júst hevur lisið. Aðrar av søgunum er ræðslu- og spenningssøgur, sum eru á markinum til at vera hóskandi fyri børn. Samanumtikið djørv evni, sum krevja eitt sindur av lesaranum.

 

Steintór Rasmussen er sannførdur um, at hóast sjónarhornið kann tykjast vaksið, at tørvur er á slíkum søgum.

- Tað koma nógvar barnabøkur út, sum eru skemtiligar, syrgiligar ella álvarsligar. Jú, helst er Søgunámið øðrvísi. Men eg vóni, at søgurnar hvørki eru ov háfloygdar ella ov lærarasligar, men á ein góðan og undirhaldandi hátt kunnu menta og fremja lesihugin hjá føroyskum skúlabørnum, sigur rithøvundurin.

 

Les alla samrøðuna við Steintór Rasmussen í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðunum kring landið og talgildur her