9.D á Eysturskúlanum í Havn skipar komandi hóskvøldið (og ikki fríggjakvøld, sum fyrr stóð) klokkan 18.30 fyri barnadiskoteki - Vit fara at hava kappingar og stuttlig spøl, eisini selja vit sodavatan og annað gott. Tiltakið verður fyriskipað, tí vit eru á ferð til Island við flokkinum, har vit fara at gera alt møguligt spennandi, skrivar 9.D í tíðindaskrivi.
Kostnaðurin fyri barnadiskotekið hóskvøldið er 30 krónur.