Barnadjassur og ævintýr: Nu ska vi u å sejle!

Tíðindaskriv:

 

Tað verður ein uppliving fyri alla familjuna við brúsandi vetrardjassi og serstøku søguni um Maggi áarrossið og vinirnar, tá Jazzarifics, Sway og Yggdrasil fara á pall í Norðurlandahúsinum leygardagin, 31. januar kl. 14.

Fyrst fara Jazzarifics á pall. Jazzarifics er eitt brúsandi barnadjassorkestur, sum longu hevur undirhildið áhoyrarar bæði í Oslo og í Føroyum við klassiskum djasstónum frá Freddie Hubbard, Dave Brubeck og Miles Davis.

Aftaná steðgin fara vit til undurfulla Carambaland, tá Sway og Yggdrasil farmføra legendarisku barnaútgávuna hjá Kristiani Blak frá 1977 á føroyskum. Tekstin og tónleikin hava Kári Øster og Dania O. Tausen leystliga týtt og umyrkt, og við Maggi, Hans Óla og Tóru fara vit á ævintýr fyri bæði vaksin og børn.

Keyp atgongumerki á nlh.fo