Noreg og Portugal druknaðu hvønn annan í EM-millumbólki 1, ið verður leiktur í Boxen í Herning.
Dysturin millum Portugal og Noreg endaði við javnleiki 35-35. Eitt úrslit, ið gagnar hvørgum liðnum. Í steðginum var Noreg á odda 18-17.
Liðini áttu hvør sín stórskjútta í dag. Luis Frade skoraði 11 mál fyri Portugal, og August Pedersen skoraði 10 mál fyri Noreg.
Týskland hevur seks stig, og Danmark og Frakland hava fýra stig hvør. Noreg og Portugal hava trý stig hvør, og hava bert ein dyst eftir at leika. Spania er aftast í bólkinum við ongum stigi.
Skráin fyri EM-millumbólk 1:
Hósdagin 22. januar:
Týskland – Portugal 32-20
Spania – Noreg 34-35
Frakland – Danmark 29-32
Leygardagin 24. januar:
Frakland – Portugal 46-38
Spania – Danmark 31-36
Týskland – Noreg 30-28
Mánadagin 26. januar:
Portugal – Noreg 35-35
17.00: Spania– Frakland
19.30: Týskland – Danmark
Mikudagin 28. januar:
14.30: Spania – Portugal
17.00: Týskland – Frakland
19.30: Danmark – Noreg
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Portugal-Noreg 35-35 (17-18):
##med2##











