Barnafamiljur kunnu vænta sær størri skattligan lætta komandi árini.
Í ólavsøkufrágreiðingini boðar løgmaður frá, at barnafrádrátturin skal hækka stigvíst. Frádrátturin er ein skattlig skipan, sum TAKS umsitur, og ætlanin er at økja um hann í fleiri stigum.
Barnafamiljur hava seinastu árini verið raktar av hækkandi rentum og prísvøkstri, og landsstýrið metir, at tað tí er neyðugt at styrkja teirra fíggjarligu støðu.
Samstundis verður arbeitt við fleiri broytingum í skattaskipanini. Millum annað skal skattastigin javnast, so skatturin fylgir vanligu lønar- og prísgongdini í samfelagnum. Endamálið er at forða fyri, at borgarar og vinnulív við tíðini koma at rinda lutfalsliga meira í skatti uttan politiska avgerð.
Landsstýrið vísir á, at arbeiðið verður gjørt í samstarvi við TAKS og kommunurnar.
Barnafrádrátturin er eitt av fleiri skattapolitiskum tiltøkum, sum samgongan ætlar at fremja komandi árini.











