Marius leitaði men fann ikki Kristionnu á ólavsøku

- Vit høvdu avtalað at hittast, men hon hevði verið burturstødd á ólavsøku. Nú hava vit hildið okkara 60 ára brúdleypsdag, sigur Marius Thomas Rein brosandi

Fert tú á ólavsøku?

 

- Ja, sjálvandi fari eg á ólavsøku. Tá íð mann, sum eg eri havnarmaður, er tað okkara skylda at halda ólavsøku.

 

Tað sigur Marius Thomas Rein, sum alt sítt arbeiðslív arbeiddi á ólavsøku - fyrst í Útvarpi Føroya, har tey gjørdu nógv við at siga lurtarum frá ólavsøkuhaldinum.

 

- Síðani arbeiddi eg í løgtinginum, og tingið verður sett ólavsøkudag. Eisini havi eg verið deknur og kirkjuráðslimur við Havnar kirkju, men nú havi eg eingi slík arbeiði, so nú geri eg, sum eg vil.

 

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini? 

 

- Tað avgjørt besta við ólavsøkuni - eftir míni meting - er hátíðarliga gudstænastan í Havnar kirkju við góðum orðum og sangi.

 

Marius Thomas Rein vísir á, at hann altíð hevur havt nóg mikið at gera á ólavsøku, og tí dugir hann ikki at siga, hvat møguliga manglar á ólavsøku.

 

- Í ár fari eg fyrst og fremst at hyggja eftir kappróðrinum. Vit eiga tvær raskar abbadøtur sum rógva.

 

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?   

 

##med2##

 

- Skal eg minnast eina serliga ólavsøku, so er tað ólavsøkan í 1964. Eg hevði hitt eina vakra klaksvíksgentu, og vit høvdu avtalað at hittast á ólavsøku.

 

Marius Thomas Rein vísir á, at tá útvarpið var liðugt ólavsøkuaftan, fór hann at leita eftir ólavsøkuni hjá sær.

 

- Men, hóast eg leitaði bæði væl og  leingi fann eg ikki gentuna. Sama varð gjørt ólavsøkukvøld, men eg fann hana ikki.

 

Hann sigur, at tá studentaskúlin byrjaði aftur eftir summarfrítiðina, fann hann hana.

 

- Hon hevði verið burturstødd á ólavsøku. Vit hava nú hildið okkara 60 ára brúdleypsdag, sigur Marius Thomas Rein brosandi.

 

##med3##