Landsstýrið arbeiðir við einari landsfevnandi heildarætlan fyri vitlíki, sum skal vera liðug í heyst.
Ætlanin skal mynda føroyska vitlíkispolitikkin og vera grundarlag undir komandi lóggávu á økinum.
Í ólavsøkufrágreiðingini verður dentur lagdur á, at vitlíki skal brúkast á ábyrgdarfullan hátt.
Endamálið er at styrkja fólkið, føroyska málið og búskapin, samstundis sum greiðar reglur verða settar fyri nýtsluni av tøknini.
Gjaldstovan hevur ábyrgdina av arbeiðinum, og fyribils verður mett, at tørvur verður á umleið 10 milliónum krónum í 2027 fyri at seta fyrstu átøkini í verk.
Landsstýrið metir, at vitlíki sum frá líður kann skapa størri búskaparvøkstur og samstundis flyta arbeiðsmegi yvir á øki, har tørvurin á starvsfólki er størstur.
Heildarætlanin verður eisini grundarlagið undir einari heimildarlóg, sum skal regulera nýtsluna av vitlíki í Føroyum.











