Fert tú á ólavsøku í ár?
- Ja, eg vil vera heima í Havn á ólavsøku. Tað eri eg so at siga hvørt ár.
Tað sigur Kári Johansen.
Hann vísir á, at sum býráðslimur er ólavsøkan eisini ein partur av arbeiðnum, samstundis sum hon er ein góður møguleiki at vera saman við familju, vinum og borgarum annars.
Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?
- Tað besta er kappróðurin, felagsskapurin og góði stemningurin. Eisini er tað serligt at síggja so nógv fólk savnast í Havn í føroyskum klæðum.
Kári ásannar, at tað er nakað serligt við, at okkara tjóðarhátíð verður hildin í Havn.
- Tað er bara Havnin, sum kann vera vertur fyri ólavsøkuni – hon hevði ikki riggað aðrastaðni í landinum, heldur hann fyri.
Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?
- Bæði ja og nei. Tíðirnar broytast, og tað ger ólavsøkan eisini. Tó haldi eg, at tað fyrr vóru fleiri tilboð til børn og ung, enn tað eru í dag.
##med2##
Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?
- Ja! Ólavsøkan, tá kona mín fann meg, er nakað serligt, sum eg altíð fari at minnast.
Kári Johansen sigur seg eisini minnast, hvussu bangin hann var sum barn fyri øllum teimum fullu monnunum, sum róptu, brølaðu og lógu avdotnir runt í býnum.
- Tað er tíbetur broytt nógv, síðan rúsdrekkalógin varð broytt í 1992, sigur hann, samstundis sum hann ynskir øllum eina góða ólavsøku.
Lesið eisini: Marius leitaði men fann ikki Kristionnu á ólavsøku
https://www.in.fo/news-detail/marius-leitadi-men-fann-ikki-kristionnu-a-olavsoeku












