Barnarøddin á tiltaki

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, luttók á tiltaki, sum Løgtingið skipaði fyri í sambandi við, at Barnaumboðsmaðurin hátíðarhelt 10 ára stovningardag. 

Ein av gestarøðarunum, sum landsstýrismaðurin hitti, var norska barnaumboðið Mina Gerhardsen, sum greiddi frá, at í Noreg er barnaumboðið talsfólk fyri børn um øll teirra viðurskifti. Talan er ikki um ein stovn, sum viðger kærur, sum tað er í Føroyum. 

 

Hetta skrivar bumr.fo.

 

Landstýrismaðurin helt røðu undir heitinum “Barnarættindi – nú og í framtíðini”, sum kann lesast her.

Eisini var panel við løgtingsfólkunum Hervør Pálsdóttir og Árna Skaale, barnaumboðsmanninum Hannu Vang og landsstýrismanninum, sum viðgjørdu spurningin um, hvussu vit styrkja barnsins rødd.

Landsstýrismaðurin fegnast um hetta tiltak, sum passar sera væl til tað, sum arbeitt verður við í Barnaverkætlanini og barnalógini, sum farið er undir at smíða.