Barnaverndirnar - orðaskifti, ið hvarv

Síðan kommunurnar á fyrsta sinni vórðu skipaðar í 1872, er samfelagið broytt nógv, og samstundis hevur tíðarhóskandi lóggáva ikki fylgt við.

Úrslitið er, at nógvar góðar skipanir eru blivnar stirvnar, samstundis sum tær eru sera ójavnar fyri borgaran, alt eftir hvar í landinum hann býr. Nú er tíðin komin, har vit fáa eina tíðarhóskandi kommunuskipan. Eina skipan, sum styrkir fólkaræðið, og tá er neyðugt, at avgerðarrætturin liggur so nær borgaranum, sum til ber.

Øll kenna hvør annan
At limir í barnaverndunum eftir førimuni gera eitt gott arbeiði, skal ongin ivi vera um. Men samfelagið er lítið við teimum fyrimunum og vansum, ið hetta hevur við sær. Øll vita alt um hvør annan, og tað skuldi veri ein fyrimunur eitt lítið samfelag hevur í mun til eitt størri samfelag. Men samstundis sum tað er ein fyrimunur, at vit øll kenna hvønn annan, so kann hetta eisini vera ein trupulleiki.

Landið, kommunan og økið
Tíðin hevur víst, at ávís mál verða betri røkt í hóskandi størri eindum, og tí byggir uppskotið hjá Javnaðarflokkinum til nýggja kommunuskipan á eina trídeilda skipan: Kommunan, landið og økið. Eitt økisráð, sum verður valt við beinleiðis valið, samstundis sum val er til kommunustýrið, skal røkja ávís mál í økinum. Barnaverndirnar skulu so í framtíðini liggja hjá økisráðnum, og at tryggja fíggjarliga partin til hetta arbeiðið, skal løgtingið taka sær av.

Neyðugt við sakkunnleika
Hetta fer at gera tað lættari at manna barnaverndirnar, tí fólkagrundarlagið er størri. Samstundis ger broytingin, at møguligt er at neyðugur sakkunnleiki, t.v.s. Heilsusystrar, sosialráðgevarar, petagogar o.s. fr. eru við í arbeiðinum hjá barnaverndunum. Sakkunnleikin er betri skikkaður at síggja og geva røttu hjálpina, har tørvur er á tí. Tí má orðaskifti ikki fara av kós og enda við at snúgva seg um, skulu vit í framtíðini hava barnaverndir ella sakkunnleika. Hetta var tað ein fekk ferilin av í Breddanum í SVF.

Børnini gjalda prísin
Familjumynstrið er nógv broytt, og broytingarnar hava ikki altíð verið til fyrimuns hjá børnunum. Dreymurin um tíð saman við foreldrunum, tryggleiki í uppvøkstrinum og menningarmøguleikar í einum samfelag, sum er innrættað til børn og fyri børn tykist fjarari hjá teimum flestu. Hetta hóast vit vita, at góðar umstøður hjá barnafamiljunum er ein íløga fyri, at vit øll skulu fáa eitt betri samfelag. Prísin fyri hesa skeivu gongd gjalda børnini, sum eru tey veikastu í eini familju.

Sosialið arvurin brótast
Tí skulu børn, sum verða útsett fyri umsorgarsvíki ella hava ein uppvøkstur undir sosialt belastaðum korum, hava hjálp, og um málið er, at vit skulu hjálpa ?øllum?, tá er neyðugt, at sakkunnleikin er við í arbeiðinum, tí annars verða tað ov nógv, sum ikki fáa hjálp av eini ella aðrari orsøk. Nógv verður tosað í grannalondunum um tann ?sosiala arvin?. Hesin má koma í brennidepilin her heima eisini, tí tað er av al stórum týdningi, at ?sosiali arvurin? verður brotin so tíðliga sum gjørligt. Her er neyðugt, at m.a. heilsu- og skúlasystraskipanin verður enn betri, so hon gerst ein sentralur partur í fyribyrgjandi arbeiðinum.