Barndómsminni í Norðoya Kunningarstovu

Allan oktober mánað hevur Jórun Jensen listaframsýning í Norðoya Kunningarstovu í Klaksvík

Klaksvík:
Í dag, leygardagin, letur Jórun Jensen upp listaframsýning í Norðoya Kunningarstovu. Jórun hevur nógvar, vakrar málningar við á framsýningini í kunningarstovuni, sum mynda serliga lands- og bygdaløg í alskyns litum. Allir eru akryl.
Har eru serliga nógvir av Kunoy og Viðareiði. Jórun greiðir frá, at báðar bygdirnar vekja barndómsminni.
? Vit hava summarhús á Viðareiði, og pápi mín var ættaður úr Kunoy. Og eg havi málað støðini, soleiðis sum eg minnist tey frá tí, at eg var barn, greiðir Jórun frá.
Sterkir litir ganga eisini aftur í fleiri av málningunum, og teir fanga væl.
Jórun hevur altíð verið fitt í hondunum. Handarbeiði hevur upptikið hana í nógv ár. Bæði veving og binding. Hon hevur eisini altíð teknað og málað nógv, men hetta er fyrstu ferð, at hon hevur eina listaframsýning einsamøll.
Framsýningin hjá Jóruni letur upp leygarmorgunin klokkan 10, har fólk kunnu støkka inn á gólvið til ein kaffimunn og okkurt afturvið. Framsýningin er sum sagt opin allan oktober mánað.