Barnið kann ikki velja

Kvinnan sum er við barni kann velja. Sama kvinnan sum kom úr móðurlívinum krevur nú ræði á egnum kroppi. Barnið spyr hví eri eg so her? Hevur mamman ikki enn fingið ræði á egnum kroppi? Barnið roynir at mennast so skjótt tað kann fyri at síggja mammu sína. Men mamman hevur tað so ringt, at eitt barn er í móðurlívinum. Hvat kann barnið gera? Barnið kann ikki velja sína foreldur. 

Hvar er pápin? Tað er bara mamman, sum rópar, men hvar er hann sum skal taka ábyrgdini av at barnið er í henni? Hví hoyrir man einki frá pápanum? Rennir hann undan? Heldur seg verða ein góðan pápa, tí man sum stuðlar mammuni fyri at hon kann fáa fosturtøku? 

Soleiðis tekur man ikki ábyrgd at blaka avgerðina til mammuna og rennur undan øllum. “Eg haldi kvinnan er klók nokk at taka sína avgerðir” sigur maðurin. Men tað vil so siga, at maðurin sigur við seg sjálvan, at hann er so býttur at hann ikki kann eingongd stýra sær sjálvum og taka ábyrgd.

Í morgin verður fosturtøkumálið lagt fram aftur. Góðu løgtingslimir. Tit vóru eisini í móðurlívinum líkasum øll onnur og tit hava skyldu til at komandi ættarliðini kunnu verða fødd í Føroyum, og at mamman kann velja fosturtøkuna frá! Hetta handlar ikki um at geva kvinnuni ræði á egnum kroppi men ræði á einum menniskja!

 

 

 

Vinarliga heilsan

Petur Asano 

 

virkandi formaður í Ung fyri Miðflokkin