Barr í Havn verður ein tann besta í verðini

Tá ið nýggj ølbarr letur upp í Havn seinni í vár, kann talan verða um sermerkastu ølbarr í verðini.

 

Havnin fær sermerkastu ølbarrina í veriðini

 

Tá ið nýggj ølbarr letur upp í Havn seinni í vár kann talan verða um sermerkastu ølbarr í verðini.

 

Einaferð seinni í vár, ella tíðliga í summar, verður ein nýggj barr latin upp í Havn. Men tað er ikki um hvørja sum helst barr, tí tað er kendi, danski bryggjarin, Mikkeller, sum letur ølbarr upp í Havn.

 

Frammanundan hevur hann ølbarrir í fleiri londum, men sambært Fødevarewatch kann nettupp barrin í Havnini verða ein tann sermerktasta ølbarrin í verðini.

 

Tey skriva, at tað lá ikki í kortunum at lata barr upp í Havnini, men tá ið høvi beyðst at fáa høli í Gongini í Havn, so kundi hann ikki siga nei.

 

Tað er nevniliga í Dandastovu í Gongini, har Gullhornið hevur hildið til í nógv ár, at ølstovan skal vera.

 

Húsið er eitt av elstu húsum í í Havn og í løtuni verður arbeitt upp á restaurera tey, so at tað sær út, sum tað gjørdi fyrr.

 

Frammanundan hevur hann ølbarrir í yvir 20 londum, og í ár verða fleiri lætnar upp afturat, eisini tann í Havn, sum sostatt kann verða tann sermerktasta av øllum.